Bogaskjóting
Í 1997 setti Schandorff Vang føroyskt met fyri 60 pílar á 18 metrum, men í gjár varð hetta met tikið, tá Albert Dam skeyt seg til 582 stig av 600 møguligum. Hetta hevur eisini við sær, at hann nú hevur skotið nóg væl til at fara við til innandura EM í Croatia í vár. Hetta hevur Jógvan Niclasen megnað fyri tíð síðan, so har verða helst tveir menn úr Føroyum, sum luttaka í Compoundbólkinum.
Tapti finaluna
Hóast Albert Dam var í serflokki innleiðandi, so megnaði hann ikki at vinna sjálva kappingina.
Fyrstu dystirnar vann hann rímiliga lættliga, men í finaluni hitti Albert Jógvan Niclasen, sum leingi hevur verið sterkasti skjúttin í landinum.
Dysturin millum teir báðar endaði við, at Jógvan vann 115 ímóti 113 hjá Alberti av 120 møguligum stigum.
Í bronsudystinum í Compound hittust Kaj Johannesen og Magnus Andreassen, sum báðir eru ungir skjúttar og høvdu verið í umskjóting í hálvfinalunum ímóti Jógvani og Alberti, eftir at vanligu dystirnir endaðu javnir.
Sjálvur dysturin millum ungu menningar endaði javnur. 112-112, og so skuldi aftur umskjoting til.
Her var Kaj kaldari og megnaði at skjóta sín píl í miðjuna. Tað vil siga, at Kaj Johannesen vann triðja plássið, meðan Magnus mátti vera nøgdur við fjórða plássið.
Heimasigur í recurve
Í recurve bólkinum vóru tveir skjúttar, ið tað var rokna við skuldu luttaka ikki við. Og tá Hans Petur Højgaard og Eirikur í Jákupsstovu skutu heilt óvanliga illa, bleiv skjótingin innleiðandi á einum støði, sum ikki hevur verið í longri tíð.
Bert ein skjútti megnaði at vera omanfyri 500 stig, og tað var Jógvan Magnus Andreasen, sum veruliga hevur fingið skil uppá sína skjóting og megnaði at fáa 539 stig.
Í finalunum broyttist myndin lítið frá tí hon var innleiðandi. Í hálvfinalunum skeyt Jógvan Magnus Andreasen ímóti Jim S. Guttesen og vann við góðari skjóting lættliga. Í hinari hálvfinaluni skutu Tórhallur Simonsen, sum var næstur innleiðandi, ímóti Eiriki í Jákupsstovu, sum lá á triðja plássi innleiðandi.
Tórhallur vann sannførandi, hóast skjótingin ikki var góð.
Tí hittust Jógvan Magnus Andreasen og Tórhallur Simonsen í finaluni. Jógvan Magnus vant burtur úr Tórhalli og vann við 35 stigum, sum er óvanliga nógv.
Hinvegin fegnaðust Vágamenn, tí Jim S. Guttesen, sum umframt Torhall og Jógvan Magnus er úr Vágum, vann á Eiriki í Jákupsstovu í bronsudystinum, og hetta hevði við sær, at Vágamenn áttu fyrsta, annað og triðja plássið í fyrstu kappingini á heimavølli á Giljanesi í ár.