Í morgin er evstamark at klára úttøkukrøvini til Oyggjaleikirnar á Jersey hjá føroysku íðkarunum í frælsum ítrótti.
Sinastu vikurnar hevur Tórsbreyt verið nógv nýtt, hóast veðrið ikki altíð er heilt til vildar.
- Veður og vindur argar nógv hesar dagarnar, men onkuntíð kann vindurin vera góður. Dugir tú at gagnnýta vindin, kanst tú fáa klingruna at flúgva væl í mótvindinum, skrivar heimasíðan hjá frælsa ítróttinum í Føroyum, fif.fo.
Ein, ið av álvara gagnnýtti hetta, var Hallur Simonsen, sum týskvøldið var á Tórsbreyt og kastaði klingru. Heilar fýra ferðir kastaði hann út um 40 metrar og longsta kastið var heilar 43,71 metrar, sum er smáar tveir metrar longri enn oyggjaleikakravið. Sambært fif.fo er hetta nógv tað besta kastiavrikið hjá Halli og tískil nýtt persónligt met.
Alda S. Jacobsen setti eisini nýtt met á 100 metra teininum. 13,59 er tað skjótasta, nøkur kvinna hevur spurtað teir 100 metrarnar, eftir at byrjað var at máta tíðina við el-klokku.
- Bert hondstoppaða tíðin og føroyska metið hjá Elin Rasmussen tekur úrslitið hjá Aldu, skrivar fif.fo.