Aldurin at fáa koyrikort skal ikki broytast

Talan verður ikki um at hækka ella lækka aldurin fyri at fáa koyrikort, og tey ungu skulu ikki læra at koyra hjá foreldrunum

Tað verða ongar broytingar gjørdar í aldursmarkinum fyri at koyra bil.


Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Á Ungdómstinginum í dag var hann spurdur um nøkur ætlan er um at broyta aldurin fyri at taka koyrikort.

 

Tað var Linda Fossá, sum vísti á syndarligu ferðsluvanlukkurnar í seinastuni.

 

Tað er ein sannroynd, at tá ið vanlukkur henda, er bilførarin ofta ein ungur maður menn, staðfesti hon.

 

Tí vildi hon hava at vita frá landsstýrismanninum, um nøkur ætlan er um at hækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort upp í 20 ár.

 

Men tað eru ongar ætlanir um tað, staðfesti landsstýrismaðurin.

 

Hann ivast í um tað er nøkur loysn at broyta aldursmarkið. Hann vísir á, at tey allarflestu ungu, eisini ungir menn, koyra við skili.

 

Men tað eru altíð nøkur, sum ikki duga sær hógv, sigur Johan Dahl. Men hann heldur ikki at tað er rættvíst revsa øll ung fyri tað um nøkur fá koyra skilaleyst.

 

Hinvegin helt hann, at upplýsing og kunning frá Ráðnum fyri ferðslutrygd og løgregluni, er vegurin fram at eggja ungdómi til at koyra við skili.

 

Hann vísir annars á, at tað verður brúkt fitt av pengum til at bøta um ferðsluviðurskiftini og ferðslumentanina.

 

- Ráðið fyri Ferðslutrygd fær 1,6 milliónir um árið til at kunna um ferðsluna, umframt tað, sum Akstovan og løgreglan brúka í samband við ferðsluna, sigur Johan Dahl.

 

Ein annar limur í Ungdómstinginum,  Johan Hofgaard,  vildi hava at vita um ætlanin tvørtur ímóti er at lækka aldursmarkið niður í 16 ár, men at geva teimum forboð fyri at koyra einsamøll tað fyrstu tíðina, uttan at hava onkran vaksnan við koyrikorti, við sær í bilinum

 

Men tað ætlar landsstýrismaðurin heldur ikki.

 

Hann heldur, at 18 ár er ivaleysa ungt til at koyra bil. 

 

- Tað er neyvan fremjandi fyri ferðslutrygdina at lata 16 ára gomul sleppa at koyra bil.

 

Hann er somuleiðis av teirri áskoðan, at koyrifrálæran skal ikki leggjast í hendurnar á foreldrum.

 

Hann vísir á, at hava foreldrini ringar vanar í ferðsluni, er vandi fyri, at teir ringu vanarnir verða lagdir niður í tann unga bilførarin.

 

Tí skulu tað vera útbúnir koyrilærarar, sum standa fyri frálæruni, heldur Johan Dahl.