Alex við nýggjari fløgu

Væl kendi sangarin Alex Bærendsen kemur nú við eini nýggjari fløgu við kendum evangeliskum sangum.

Fríggjadagin 29. apríl kemur út nýggj fløga, ið nevnist ?Dýrabar minni?. Tað er kendi sangarin Alex Bærendsen, sum hevur verið í studio og spælt inn 14 kendar evangeliskar sangir. Tað eru 17 ár síðan Alex seinast læt fløgu úr hondum, men hann er samstundis ein tann mest spældi sangarin, sum tey flestu kennast við av fleiri av hansara ymsu útgávum. Tey, ið spæla undir á hesi útgávuni, eru úrmælingar á hvør sínum øki til tónleikin. Talan er um Godtfred Joensen, Jákup Zachariassen, Eyðun Johannesen, og Kristina, dóttir Alex Bærensen. Ein heimsíða er gjørd í sambandi við útgávuna, ið kallast www.alex.fo. har meira fæst at vita um sangirnar og fløguna.