Álitið er besta amboðið hjá Terja

Síðani semingsstovnurin fyri átta árum síðani fór at fevna um allan arbeiðsmarknaðin, hevur tað verið oftari boð eftir honum

Fyrsta oktober fór Terje Sigurðsson undir sjeynda skeiðið sum semingsmaður. Eitt skeið er trý ár, og nú hevur Terje verið semingsmaður í 18 ár. 15 tey seinastu árini hevur Símun Absalonsen verið varasemingsmaður. Nú bar Símun seg undan at verða afturvaldur, og í hansara stað er Fróði Sivertsen valdur at vera varasemingsmaður.

 

Tá ið Terje Sigurðsson lítur aftur á hesi 18 árini sum semingsmaður, so er hann ikki í iva um, hvør broyting hevur verið tann størsta:

 

-Tað var, tá ið løgtingslógin um semingstovn fyri átta árum síðani varð broytt. Í mai í 2013 samtykti løgtingið, at semingsstovnurin nú skuldi vera fyri allan arbeiðsmarknaðin. Frammanundan var hon bara galdandi fyri privata arbeiðsmarknaðin. Í sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum var útgreinað, hvussu tað í einstøku sáttmálunum skuldi farast fram, tá ið ósemjur vóru, sum tað varð hildið neyðugt at leggja fyri semingsmann. Tá upplivdi eg onkra ferðina at verða biðin at vera semingsmaður. Ikki í tí høpinum at eg var semingsmaður á privata arbeiðsmarknaðinum, men so at siga sum privatmaður, greiðir Terje Sigurðsson frá.

 

Tá ið almenni arbeiðsmarknaðurin í lógini varð lagdur aftrat virkisøkinum hjá semingsstovninum, øktist arbeiðsbyrðan heilt nógv:

 

-Tað sigur seg sjálvt, tí nú var talan ikki bara um sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, men eisini um sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsbyrðan meiri enn tvífaldaðist, sigur Terje Sigurðsson.

 

Tá ið tað snýr seg um uppgávuna hjá semingsmanninum og hansara varasemingsmanni, so heldur hann ikki, at tað er so nógv øðrvísi, enn tað plagdi at vera:

 

-Semingsmaðurin skal vera tøkur alla tíðina. Um ósemja stingur seg upp, og partarnir senda boð eftir okkum, so eru vit tøkir at fara undir uppgávuna at royna semju. Lógin sigur, at hava samráðingar verið partanna millum, ella hevur ein av pørtunum noktað at tikið upp samráðingar, og útlit ikki eru fyri at fáa semju partanna millum, kann ein av pørtunum boðsenda semingsstovninum. Semingsstovnurin kann tá eisini av sínum eintingum boða pørtum til semings, og kann tá áseta neyðugar reglur partanna millum fyri semingina. Metir semingsstovnurin ikki, at veruligar samráðingar eru farnar fram, kann hann áseta pørtunum freist at gera hetta, áðrenn stovnurin fer undir seming.

 

Semingsstovnurin kann útseta arbeiðssteðg eina ferð í mesta lagi í eina viku.  Partarnir hava skyldu at gera eftir fundarboðum og fyriskipanum í sambandi við seming, og semingsfólk kunnu, sum tey meta neyðugt, heita á partarnar um at ganga hvørjum øðrum á møti ella broyta støðu sína til tess at loysa stríð og finna semju. Semingsfólk kunnu krevja, at ávís stríðsmál vegna faktøkni ella ónøktandi samráðing verða viðgjørd fyri seg, antin undan semingsroyndini ella aftaná seming um høvuðsstríðsmálini. Semingsfólk kunnu áseta freistir fyri hesum.

 

Semingsfólk kunnu undir seming seta fram óformlig tilmæli ella formlig semingsuppskot. Tá ið formligt uppskot verður sett fram, skal tað dyljast, til allir partar hava svarað. Áðrenn uppskotið verður handað pørtunum, skulu semingsfólk ráðføra seg við umboð fyri hvørja síðu.

 

Semingsfólk áseta svarfreist í samráð við partarnar. Partarnir kunnu annaðhvørt taka undir við ella vraka semingsuppskot. Hvussu semingsuppskot skal samtykkjast veldst um viðtøkur og heimildir hjá viðkomandi pørtum.

 

-Hetta er alt formliga ásett í lógini, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum kenna hetta. Tað stendur eisini, at upplýsingar, tilfar og skjøl, ið semingsstovnurin hevur fingið í sambandi við samráðingar undir semingsstovnins leiðslu eru trúnaðarmál uttan so, at partarnir semjast, og upplýsingarnar ganga fram av semjuni, sigur Terje Sigurðsson, og so leggur hann aftrat:

 

-Okkara uppgáva er at lurta, umhugsa og mýkja støðuna, inntil tað eydnast at finna eina loysn, sum báðir partar taka undir við. Tá er neyðugt, at báðir partar flyta seg. Um alt hetta skal eydnast, so er tað alneyðugt og avgerandi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava álit á semingsmanninum og varasemingsmanninum. Tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at álitið er hjá báðum pørtum, og at teir rokna við og vita, at vit eru óvildigir, sigur Terje Sigurðsson, sum nú er farin undir sjeynda skeiðið sum semingsmaður.