Alivinnan útflutti fyri 126 milliónir meiri fyrstu sjey mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør Alivinnan er við at menna seg aftur. Tað sæst ikki minst í hagtølunum fyri útflutning, har alivinnan í fjør flutti út fyri eitt virði upp á 169 milliónir krónur fyrstu sjey mánaðirnar. Í ár er virðið fyri somu mánaðir økt upp í 295 miliónir krónur.
Fyribilstøl fyri útflutningsvirðið fyrstu 7 mánaðirnar í ár er áleið tað sama sum tað var somu 7 mánaðirnar í 2006. Samlaði útflutningurin var góðar 2,1 mia.kr. bæði í 2007 og í 2006.
Av fiskaútflutninginum er tað serliga alifiskur, saman við uppsjóvarfiski og bólkinum øðrum fiski og fiskaúrdráttum, sum halda útflutningsvirðinum uppi. Men avgerandi munin ger bólkurin skip, sum er heilar 52 mió. kr. størri í ár í mun til í fjør.
Hinvegin er útflutningsvirðið av botnfiski (m.a. toski, hýsu, upsa) minkað við 12%, og?flundrufiski (m.a. kalva, svartkalva) er minkað við 4%.
Útflutningsvirðið av skeljafiski er minkað við 42% og aðrar vørur eru minkaðar við 59%