All That Rain ger come-back aftan á Anastaciu

Eftir konsertina á Høllini á Hálsi í Havn í kvøld, verður almennur dansur, har legendariski bólkurin All That Rain fer at spæla.

 

Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at hetta kann metast sum eitt come-back hjá All That Rain, sigur hann.

Dansurin verður eftir konsertina við Anastaciu klokkan 23:30, og øll kunnu koma, sigur Rúni Djurhuus, eisini tey, sum ikki hava verið til konsertina við Anastaciu.

Atgongumerkini, sum kosta 300 krónur, fáast við dyrnar.