Allir gíslarnir avrættaðir

Vinstrasinnaðir uppreistrarmenn í Kolombia hava avrættað tíggju gíslar, teirra millum ein fyrrverandi verjumálaráðharra.

Síðani tann 21. apríl hava stjórnarhermenn í Kolombia leitað eftir tíggju monnum, sum vórðu burturfluttir undir einari skrúðgongu. Nú eru líkini av teimum tíggju funnin.

Kolombiska stjórnin váttaði í gjár, at hermenninir høvdu funnið líkini av Gilberto Echeverri, fyrrverandi verjumálaráðharra, Guillermo Gaviria, guvernøri og átta hermonnum.

Sambært stjórnini hava uppreistrarmenninir framvegis umleið 80 fólk sitandi gíslar. Teirra millum eru ein tinglimur, eitt forsetavalevni, ein guvernørur, fleiri løgreglumenn og tríggir amerikanskir ríkisborgarar. Teir tríggir amerikanararnir vóru í einum flogfari, sum uppreistrarmenninir skutu niður.

Uppreistrarrørslan hevur kravt at fáa nakrar fangar leysar í býti við gíslarnar, men hesum hevur Alvaro Uribe, forseti víst aftur.