Allir uttan ein spæla uttanlands

Peter Krogh er einasti spælarin í føroyskum felag, ið er boðsendur, nú landsliðið er úttikið, sum skal spæla EM undankappingardystir ímóti Ukraina og Eysturríki

Mynd: HSF

At tað eru nýggjar tíðir í føroyskum hondbólti, tá ið tað ræður um manslandsliðið sæst, nú Peter Bredsdorff-Larsen og hjálparvenjarin Lars Porskær Møller hava sent boð eftir teimum, sum skulu umboða føðilandið, nú landsliðið skal spæla EM undankappingardystir ímóti Ukraina og Eysturríki.

 

16 spælarar eru boðsendir, og teir umboða allir útlendsk feløg. Undantakið er Peter Krogh, sum spælir við H71. Hinir umboða feløg, har landskappingin er á hægri støði enn í Føroyum: Ísland, Noreg, Svøríki, Danmark og Frakland.

 

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis:

 

 

 

A-landsliðið hjá monnum úttikið.

 

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.

 

Málverjar:

 

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)

 

Pauli Jacobsen, JS Cherbourg (FRA)

 

Útileikarar

 

Leivur Mortensen, Ajax København (DEN)

 

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

 

Peter Krogh, H71 (FAR)

 

Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)

 

Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)

 

Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)

 

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

 

Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)

 

Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)

 

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbolt (DEN)

 

Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)

 

Rókur Akralíð, Århus HC (DEN)

 

Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)

 

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

 

Føroyska liðið savnast í Aschaffenburg í Týsklandi mánadagin 10. oktober, har liðið fer at venja saman í tveir dagar áðrenn dystin móti Ukraina mikudagin 12. oktober kl. 19.00, føroyska tíð. Dysturin verður á heimavøllinum hjá týska liðnum TV Grosswallstadt, sum spælir í 2. bundesliga. Ukrainska stórliðið HC Motor Zaporizhzhia, sum telur fleiri av ukrainsku landsliðsleikarunum, spælir í løtuni í 2. bundesliguni í Týsklandi. Ukrainska liðið er ikki fremmant. Hetta er triðja EM-undankappingin á rað, har Føroyar eru í bólki saman við Ukraina. Føroyar hava møtt Ukraina 5 ferðir og hava úrslitini verið hesi:

 

11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping

 

10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping

 

13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping

 

10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping

 

14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-25, EM-undankapping

 

Hósdagin 13. oktober ferðast føroyska liðið til Føroyar, har liðið skal møta Eysturríki sunnudagin 16. oktober kl. 18.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til hendan dystin fáast á atgongumerki.fo. Tað er langt síðani at Eysturríki hava møtst. Seinast var í CHM-kappingunum í 1980 og 1984.

 

03.02.80 Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM

 

08.02.84 Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM

 

Mynd: HSF