Almenn starvsfólk í Føroyum skulu sletta TikTok

Løgtingið hevur nú fingið tilmæli um at strika TikTok appina av snildfonum og teldlum

Tað var í gjár, at tað kom fram, at eitt nú amerikanski forsetin hevði givið boð um, at øll starvsfólk hjá stjórnarráðum í USA skuldu sletta kinesisku appina Tik Tok av tænastueindum, sum fartelefonum, teldlum og teldum. Eisini formaðurin í Fólkatinginum í Danmark gav í gjár somu boð til starvsfólk í Fólkatinginum.

 

Tá vit í gjár spurdu løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, vóru tey ikki liðug at viðgera málið. Men nú er greitt, at somu boð koma frá Løgtinginum.

 

Bjørt Samuelsen sigur, at Løgtingið er partur at KT-skipan landsins, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina av KT-trygdini hjá landinum.

 

– Frá Gjaldstovuni hava vit júst fingið eitt tilmæli um at strika appina TikTok á snildfonum og teldlum, sum eisini hava funkur og appir, ið verða brúktar í arbeiði, har landsnetið verður brúkt. Hetta tilmælið verður nú sent tingfólki, sigur løgtingsforkvinnan. Og hon leggur afturat:

 

– Havi annars viðgjørt málið um TikTok við umsitingina, og vit fara at taka málið um KT-trygd upp í einum víðari høpi. Eitt nú, hvat trydarreglur um brúk av snildfonum, teldlum og teldum, sum verða brúktar í tingarbeiði, eiga at fevna um. Um netnýtslu heima og uttanlands, og so framvegis. Løgtingið og nettrygd er á skránni fyri fundin í formansskapinum fríggjamorgunin, sigur hon.

 

Hon vísir tó eisini á, at fartelefonirnar hjá tingfólki eru privatar, ímeðan teldurnar eru amboð hjá Løgtinginum.

 

– Men óansæð, so brúka flestu tingfólk fartelefonina nógv í arbeiðshøpi.