Hugsaði fyrst, tá ið eg hoyrdi um hetta »væleydnaða« tiltak, at tað nokk kom væl við hjá Smyril Line, ið hevur siglt í tungum sjógvi fíggjarliga í nógv ár.
Men síðan rann tað fram fyri meg, at hesir á leið 1000 føroyingar mundu fingið keypt flest allar jólagávurnar í hesum stóra marglætis innkeypscentrinum í Newcastle. Hesi løgdu nú stórar upphæddir eftir sær í Onglandi, heldur enn í Føroyum.
Eg skilji tó væl allar teir føroyngar, ið velja at fara ein hugnaligan túr til Onglands at keypa jólagávur. Innkeypsprísurin er væl lægri enn í Føroyum, og enn størri avsláttur fær mann í hesum døgum, nú bretska pundið liggur so lágt.
Fyri ikki so langari tíð síðani kom politiski myndugleikin aftur Smyril Line til hjálpar. Hesaferð vóru tað uml. 30 milliónir, ið blivur sprændar inn í felagið, soleiðis at »lívsæðrin« Nørrøna kundi sigla áhaldandi út í heim. Nørrøna skuldi varðveitast, so útlendingar og føroyingar kundu ferðast til og frá Føroyum. Hvørt tílíkt skal stuðlast við almennum pengum, kann mann kjakast um, men at Smyril Line nú eisini sleppur at misbrúka henda kunstiga andadrátt at flyta føroyskan pening til útlandið, er burtur úr vón og viti. Her burdi politiski høvuðspartaeigarin vaknað úr dvala og talað at. Eitt er at spræna skattgjaldarans pening í privat feløg, men at loyva, at hesin peningur verður miðvíst nýttur at týna annað føroyskt vinnuliv, er burtur úr vón og viti.
Eg eri stórliga bilsin yvir, at vinnulívið í Føroyum ikki enn hevur gjørt vart við seg viðvíkjandi alment fíggjaða innkeypstúrin til Newcastle, har teir knapt 1000 føroyingarnir mundu leggja fleiri milliónir eftir sær til jólagávur, so sum mótaklæðir, fløgur, skógvar, búnýti og annað.
Eksperimentið við almennum partapeningi í Smyril Line má fáa ein enda skjótast gjørligt. Møguliga hevur hetta gagnað felagnum, men tað hevur lagt nógvar fótonglar í vegin fyri annað vinnulív í Føroyum. Eg fari staðiliga at heita á Vinnumálaráðið um at syrgja fyri, at almmenni partapeningurin í Smyril Line verður afturgoldin landinum skjótast gjørligt. Hetta »smá kommunistiska« eksperimentið eigur beinanvegin at verða lagt í niðastu skuffu og eigur framyvir bert at vera havt á lofti sum ein ræðusøga um miseyðnaðan planbúskab í Føroyum.