Zelenskyj: Álopið á keypsmiðstøð er terror

Sambært ukrainskum myndugleikum eru nú 16 fólk staðfest deyð og 56 særd í russiska álopinum á eina keypsmiðstøð í ukrainska býnum, Krementsjuk, í gjár.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kallar í sínari dagligu sjónbandarøðu álopið eina freka yvirgangsatgerð.

 

- Tað eru bara eirindaleysir terroristar, ið einki hava at gera á jørðini, sum kunnu finna upp á at skjóta rakettir eftir slíkum málum, sigur forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur sambært CNN, at russiska álopið var tilætlað, og hann sigur seg stúra fyri, at talið av deyðum fer at veksa. 

 

- Hetta var ikki eitt mistak við rakettum, men eitt tilætlað álop móti keypsmiðstøðini.

 

Forsetin leggur aftrat, at bjargingararbeiðið heldur fram, og hann sigur seg stúra fyri, at talið av deyðum og løstaðum kann gerast enn størri.

 

CNN veit at siga, at læknar eru sendir til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, at hjálpa særdum.

 

Sambært Volodymyr Zelenskyj vóru fleiri enn 1000 fólk inni í keypsmiðstøðini, tá loftávaringin fór í gongd, og russisku rakettirnar raktu miðstøðina.

 

Forsetin sýnir teimum, sum hava mist í álopinum, samkenslu, samstundis sum hann heitir á fólk um at søkja sær skjól, tá ávaringarlúðrar ljóða.