39.000 fólk doyðu í ferðsluni í ES-londunum í fjør Hóast bæði felags og einsæris átøk doyðu umleið 39.000 fólk í ferðsluni í ES-londunum í fjør, og tað var langt oman fyri tað málið, sum londini høvdu sett sær.
Í einari nýggjari frágreiðing, sum er løgd fram í dag, stendur, at tey 27 londini hava sett sær sum mál, at næsta ár skal ferðslan ikki krevja meiri enn í mesta lagi 27.000 mannalív.
Sagt verður, at tey seinastu átta árini er talið á teimum, sum hava latið lív í ferðsluni, minkað 4,4 prosent í meðal um árið, men at talið skal minka 7,4 prosent árliga, um samveldið skal røkka sínum máli.
Sambært teirri nýggju frágreiðingini hava Malta, Svøríki, Niðurlond og Bretland teir tryggastu vegirnar.