Óðalstíðindi verða útgivin av Føroya Óðalsfelag, ið er áhugafelagið fyri tey, ið eiga ella eynskja at eiga jørð, og øll tey, sum fáast við tað, sum jørðin hevur at bjóða. Í nýggjastu útgávuni av Óðalstíðindunum er sum altíð mangt ymiskt forvitnisligt at finna. Sum nakað nýtt, so hevur blaðið eitt høvuðsevni hesuferð, og er tað um haruveiðu og ymiskt, sum tí hoyrir til.
Í blaðnum greiðir Dorethe Block frá liviháttinum hjá haruni í Føroyum og hennara upprúna. Kári á Rógvi ummælir bókina hjá Lassa S. " Færøernes hvide hare", harugentur greiða frá um, hvussu harskinn kunnu gagnnýtast við garving og samrøða er við Svend Krosstein um harveiðuútgerð og hugleiðingar um trygdina.
Umframt høvuðsevnið, so eru aðrar greinar, millum annað ein samrøða við Karsten Hansen, løgtingslim, um seyðahald í Mikladali, har hann millum annað sigur sína hugsan um, hvussu umráðandi tað er, at rætturin til smábrúk ikki verður settur til síðis av tvørligum umsitingarligum ásetingum, og at tann einstaki sleppur at ráða yvir egnum brúki, tá ið umræður brúk til egna nýtslu.
Áhugaverd grein er um uppskot, til eina endaliga loysn fyri at halda seyðin burtur av landsvegnum og havið minkað um ferðsluvanlukkur, ið standast av seyði niður í mest sum einki. Greinin er gjørd við útgangsstøði í eina samrøðu við Ferðslutrygd.
Óðalstíðindi er blað fyri øll, ið hava áhuga fyri tí, sum tann vakra og av Harranum gávuríka náttúra í Føroyum kann bjóða øllum føroyingum at gagnnýta, um farið verður fram við skili.
Óðalstíðindi kosta 40 krónur í leysasølu og kann keypast á teimum vanligu sølustøðunum, men limir felagsins fáa limablaðið ókeypis. Ein og hvør kann gerast limur.