KAPPRÓÐUR
Kappróðurin hevur stóran áhuga millum nógvar føroyingar. Men tað er synd at siga, at kappingarnar um FM heitini hava verið serliga spennandi nógvu tey seinastu árini. Í fleiri av teimum seks kappingunum hevur tað aftur og aftur víst seg, at tað rættuliga tíðliga á róðrarárinum hevur verið ein greiður favorittur, og at tað síðani bara hevur verið spurningurin, um hesin favoritturin skuldi vinna allar róðrarnar ella um hann skuldi snáva eina ferð ella onga ferðina.
Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, hevur fylgt væl við kappróðrunum í meiri enn tredivu ár. Hann róði í nógv ár, og nú hevur hann verið nevndarlimur og formaður í Róðrarsambandinum í fleiri ár. Hannis plagar at vera maðurin hjá Róðrarsambandinum á málinum í Klaksvík, og soleiðis verður tað eisini seinnapartin í dag. Og RSF formaðurin heldur góðar vánir vera fyri fleiri spennandi kappingum.
? Eg var á Skála, og har var sera lítil munur í fleiri av kappingunum. Tað boðar frá, at tað er stórur spenningur um FM stigini í dag. Í fleiri feløgum leggja teir alt meiri fyri, tá teir fyrireikað seg til róðrarárið. Fleiri feløg hava í ár róðrarmaskinur, enn tað hava havt undanfarnu árini, og tað vænti eg fer at síggjast aftur í kappingini.
Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, er samdur við formannin í RSF:
? Tað var bara í tveimum róðrum á Skála, at tað var ein heilt greiður vinnari. Tað var í kappingini millum genturnar, har
Fípan Fagra var klárt fremst, og í kappingini millum dreingirnar, har Blikur var væl fremstur. Í hinum fýra róðrunum var tað tætt, og eg kundi hugsað mær, at tað eisini gjørdist tættari ímillum 5?mannaførini, enn tað var á Skála.
Sást tú nakað mynstur í róðrinum á Skála?
? Í fýra av kappingunum vunnu bátarnir, sum lógu ytstir á fjørðinum. Tað kundi boða frá, at líkindini spældu eitt sindur inn. Á Norðoyastevnu kann plaseringin í feltinum upp á ein máta hava størri týdning, enn hon hevur aðra staðni, tí bátarnir eru lagdir eftir lutakast. Á hinum stevnunum er tað jú soleiðis, at bátarnir verða lagdir eftir, hvussu teir stóðu seg í undanfarna róðrinum, vísir Kristian Eli Zachariasen á.
Hvussu nógvar róðrar roknar tú við, at bátarnir hjá tykkum í Klaksvíkar Róðrarfelag fara at vinna?
? Tað er ilt at meta um. Tað kann fara so nógvar vegir, men vil tað heilt væl við, so haldi eg, at vit kunnu vinna heiðursmerkir í øllum kappingunum, sum vit luttaka í. Tað vil siga øllum uttan kappingini millum 8?mannafør. Hvussu nógv verða av gulli, og hvussu nógv verða av silvuri og bronsu, tað tori eg ikki at meta um, men vit vóna tað besta.
Saknar summi øki
Samlaða luttøkan í ár er umleið tann sama, sum hon plagar at vera á Norðoyastevnu. Men formaðurin í RSF ásannar, at gongdin er tann, at tað eru færri feløg, sum taka lut, og at hesi feløgini luttaka við støðugt fleiri manningum:
? Flestu bátarnir koma úr høvuðsstaðnum, av Skálafjørðinum og úr Klaksvík. Í Vágum eru tey hampuliga væl við í kvinnukappingunum, men so eru tað fleiri gomul róðrarpláss, sum ikki eru við. Her hugsi eg eitt nú um Oyndarfjørð, um fleiri av róðrarfeløgunum í Sundalagnum, og um feløgini í Suðuroy. Tað eru onkrir bátar úr Suðuroy við í kappingini, men vit sakna 10?mannaførini hjá teimum. Teir plagdu rættuliga at seta dám á. Eg havi kortini meiri enn eina kenslu av, at áhugin millum suðuroyingar at blanda seg upp í aftur er kveiktur av nýggjum. Tað tekur sína tíð at koma fyri seg, men eg rokni við og vóni, at teir fara skjótt at síggjast aftur, heldur Hannis Joensen.
FM vinnararnir í fjør vóru hesir: Genturnar á Fípuni Føgru, dreingirnir á Tjaldrinum, 6?mannafør menn Strálan, 6?mannafør kvinnur Páll Fangi, 8?mannafør Nevið Reyða og 10?mannafør Havnarbáturin.