- Familjan og grannalagið hevur síðan eg var smábarn havt eitt grannalagsbál á nýggjárinum og onkuntíð eisini kyndlagongu. Tað høvdu vit aftur í ár. Vit høvdu eisini ein betri bita við onkrum leskandi afturvið.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum vit eisini spurdu, hvussu hann heldur, at árið 2015 hevur roynst hjá honum.
- 2015 hevur verið eitt frálíkt ár. Gleðist um at vera á lívi og síggja okkara fýra børn mennast og taka ábyrgd í tí, tey fáast við. Tíverri eru alt ov nógv farin á ungum árum í familjuni. At familjan og vinirnir hava tað gott, hevur størsta týdningin.
Páll vísir á, at tað at vera afturvaldur á ting og síðan at gerast fyrsti sandoyingur, sum er løgtingsformaður, er ein stórur heiður.
- Eg eri fegin um at vera partur av eini stjórn, sum roynir at skipa virðini í samfelagnum á ein javnari hátt enn frammanundan, hóast nakað nógv hevur verið á skrá eftir mínum tykki.
Løgtingsformaðurin fegnast um, at samlaða tunnilsverkætlanin við Eysturoyar-og Sandoyartunlinum hevur fingið játtað tær fyrstu 25 miljónir krónurnar og verður sett í verk í 2016.
- Tað er eitt satt bragd, og sjálvandi eri eg stoltur av at hava arbeitt við ætlanini frá byrjan - og vónandi fram til endans.
Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?
- Afturvendandi ágangurin frá borgarstjóranum móti Tilhaldinum og serliga móti sera dugnaligu konu míni, sum í tveimum umførum er uppsøgd sum leiðari fyri Tilhaldið, hevur verið ótolandi.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann hevði vónað, at ágangurin frá tí partinum av kommunustýrinum fekk ein enda, tá hann valdi at fara frá sum borgarstjóri.
- Soleiðis er tó ikki, men teir fáa okkum ikki at flyta, leggur hann dent á.
Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?
- Rættiliga jarðbundin mál. At vera ein góður familjupápi. At røkja mítt starv væl og virðiliga og vónandi vera við til at flyta føroyska samfelagið nærri sjálvbjargni. Sum heild at liva lívið og gleðast um tað, sigur Páll á Reynatúgvu.