Alt ov nógvur vindur - Dysturin við Margáir er avlýstur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Eiler Rasmussen, høvuðsdómara um hví dysturin millum EB/Streym og Víking er avlýstur

##med2##

 

- Vit hava roynt tríggjar at vita um tað er spælandi, og tað er tað ikki. Tað regnar illa, og tað er nógvur vindur. Tað ein leikari skal skjóta málspark fer bólturin út til hornaspark, og tað gongur ikki. Soleiðis sigur høvuðsdómarin, Eiler Rasmussen um orsøkina um orsøkina til, at dysturin millum EB/Streym og Víking í Betrideildini er avlýstur.

 

Eiler hevur júst fingið staðfest frá kappingarnevndini hjá FSF, at dysturin verður spældur sunnukvøldið klokkan 19. 

 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Eiler Rasmussen fyri løtu síðani. 

 

Samrøða: Eiler Rasmussen

Samrøða: Eiler Rasmussen