FLOGBÓLTUR
Katrin Olsen var ikki ósamd í, at ÍF var betra liðið á finaludegnum leygardagin, og at tær sótu á dystinum frá byrjan til enda.
- Eftir eina nervakenda byrjan, fingu vit tamarhald á mótstøðuliðnum, og haðani var tað ein góður dystur hjá okkum, meðan tað hinvegin var ein minni góður dystur hjá ungu SÍ kvinnunum.
Nú var tað tú, sum hevði avgerandi síðsta slagið í dystinum, hvussu følist tað?
- Tað føldist ótrúliga gott, tí eg eri jú hevari, og vanliga eri eg tann, ið leggi bóltin fyri hinar at smekka til, so eg helt, at skuldi eg avgera ein orduligan bólt, so skuldi tað vera nú. (støðan tá, var 24-21 blaðm.) Eg var heppin, og mítt slag snýtti mótstøðuliðið, og bólturin fór í gólvið, og vit eru steypavinnarar.
At tað samstundis er tykkara fyrsti finalusigur, man ivaleyst ikki hava gjørt upplivilsið verri?
- Ja, tað var heilt fantastiska deiligt.
Helen á Lakjuni helt eisini at servupressið var avgerandi fyri útfallið av dystinum.
- Góðar servur løgdu alt fyri eitt press á ungu SÍ genturnar, og tað haldi eg, at man sá á hevaranum hjá teimum. Hon rann runt á vøllinum og royndi at heva, men tað var torført hjá henni at fáa nakað burturúr, ið kundi nýtast til skilagott álop. Teir bóltarnar, ið so komu yvirum netið vóru vit til reiðar at knalla niður í høvdið á teimum aftur, siga Katrin Olsen og Helen á Lakjuni hjá ÍF, ið hevði kontrol yvir støðuni allan dystin á tamb.
- Alt virkaði hjá okkum. Tað var bert eitt sindur turbulent í fyrstani, men tá vit blivu heitar, tá var bara ein vegur og ein vinnari, sigur Katrin at enda.