At fara undir húsabygging kann fyri nógv tykjast sum ein ógjørlig uppgáva. Bæði tí tað er sera kostnaðarmikið og trupult at fáa lán, og tí at alt tað juridiska og praktiska er innviklað at seta seg inn í fyri at skilja, hvat man kann og ikki.
Aðrastaðni, til dømis í Danmark, finnast nógvir alternativir bústaðarmøguleikar. Har eru eitt nú fleiri av hesum sonevndu øko-býlingunum, har fleiri fólk hava sligið seg saman og búgva í smáum húsum, eisini nevnd Tiny-houses í einum búfelagsskapi. Felagsskapurin er í hásæti, og man deilist um alt møguligt – bæði tí tað er sosialt, burðardygt og ikki minst bíligari.
Hví eru slíkar loysnir ikki í Føroyum, nú tá bústaðarneyðin er so stór? Tað hevur arkitekturin Kári Thomsen eitt boð uppá.
– Trupulleikin her heima er nokk, at konseptið um alternativa bygging tykist uttan fyri vanliga hugsan um at fáa tak yvir høvdið. Ein onnur orsøk er nokk eisini, at trupult er at fáa hóskiligt byggiøki til slíkt, sigur hann.
Kári Thomsen er maðurin aftan fyri eyðkendu iglohúsini, Easy Domes, sum eru populer í Danmark, har tey millum annað verða brúkt í fleiri av hesum øko-býlingunum. Kári Thomsen heldur, at man burdi givið hesum bústaðarmøguleikanum ein ordiligan kjans í Føroyum.
– Eg kenni til fleiri øko-býlingar, og tað riggar serstakliga væl. Ofta byrja fólk í smáum, í "tiny-houses", og byggja sær síðan nakað størri hús, fortelur hann.
##med2##
Tað ber væl til í Føroyum
So er spurningurin – ber tað til at hugsa út um boksina og byggja øðrvísi, enn at øll byggja hvør sítt almindiliga sethús? Kundu fleiri fólk til dømis sligið seg saman og bygt 10 alternativ hús fyri síðani at spart eina rúgvu av pengum? Tað ber saktans til sambært Kára Thomsen.
– Um 10 familjur seta sær fyri í felag at fáa bygt hvør síni hús, og í sama økinum, kann hvørt húsið sær byggjast til væl lægri kostnað sammett við eitt einstakt hús, sigur hann.
– Fyrimunurin liggur einamest í, at talan kann verða um somu bygningskonstruktión - sjálvt um støddin á húsunum kann vera ymisk, næst at til ber at fáa hampuliga góðan avsláttur á byggitilfar. Annað er eisini, at handverksarbeiðið kann skipast á smidligan hátt, tá sami byggiháttur er fyri øll húsini, sigur hann og kemur við einum uppskoti um leist:
– Ein leistur kann vera at byggja smærri hús sum eina byrjan, men við ætlan seinri og tá fíggjarligu umstøðurnar batna og eisini at fleiri børn eru komin í familjuna, fyri síðan at byggja afturat. Men aftur er ein óheppin vanahugsan um 120m2 og meira ein forðing, tí kostnaðurin gerst í meira lagi, og trupult kann verða at fáa fígging.
##med3##
Kúpuhúsini eru skjót at seta upp
Kári Thomsen er sum sagt maðurin handan Easy Domes húsini – ein bílig, skjót og burðardygg bústaðarloysn, hann hevur fingið altjóða viðurkenning fyri. Arkitekturin vísir á, at hesi húsini eru uppløgd til føroyingar, sum ynskja eina bíligari loysn – serliga, um fleiri byggja í senn.
– Verða 10 kúpuhús bygd samstundis vil byggikostnaðurin minka munandi. Hvørt húsið kann byggjast til væl lægri kostnað sammett við eitt einstakt hús, sigur hann.
Húsini verða leverað í modulum og eru tískil skjót at seta upp, og har eru fleiri snið at velja ímillum.
– Minsta familju-kúpuhúsið, ið hevur loft við tveimum kømurum, er góðar 57m2 í útsíðumát við sokkul, og kann við innrætting av loftshæddini geva íalt 73-75m2 netto gólvvídd.
##med4##
– Nakað størra húsið er góðar 85m2 í útsíðumát við sokkul, og kann innrættast við 4 kømrum. Netto gólvvíddin kann her vera umleið 125m2. Henda húsastøddin er sama sum Grønlendingahúsið í Havn, ið hevur fullan kjallara, men er øðrvísi innrættað sum felagshús og ikki bústaður.
– Eg havi ofta mælt til, at fólk byrja við eini 56m Easy Domes og seinri byggja afturat. Tá er húsið fyrireikað til afturatbygging, so inntrivið gerst so lítið sum til ber. Kaðalar og rør er millum annað lagt, so lætt er at binda í til eina útbygging, sigur Kári Thomsen.
Felags jarðhita og parkeringsøki
Kári Thomsen vísir á fleiri fyrimunir við, at fleiri fólk sláa seg saman og byggja 10 smærri hús - uttan mun til um tað er Easy Domes ella hús frá øðrum veitara.
– Nógvur lutir eru í eini sethúsabygging, men stórir fyrimunir eru hjá einstøku familjuni, um talan er um 10 familjur, ið seta sær fyri at fremja bygging á hvør sínum matrikli og í sama økinum. Felags jarðhitapumpa kann gerast møgulig til 3-4 hús, og eisini kunnu luft-vatn hitapumpur vera felags fyri fleiri hús, sigur hann.
– Um grundøkið er tøkt ella kann finnast til 10 hús, kanska ikki matrikulerað, ber til at gera felags bilstøðapláss og við tí minka nakað um annars kravdu tvey bilplássini pr. matrikul. Eisini kann byggibúningin gerast bíligari til 10 hús roknað á hvørt húsið sær, sigur hann.
– So jú, fyrimunir eru heilt greitt at hugsa um felags skipan og bygging fyri nevndu 10 familjur, sigur hann.
– Væl ber til at byggja húsini hvør sær í hvør sínum matrikli og við minstu frástøðu til mark. Men har veldst aftur um hvat fólk ynskja sær. Sum samanbygd skal brandveggur millum húsini og brandtryggjast minst 1 metur inn frá brandveggi. Men byggiøkið kann vera minni, um húsini eru samanbygd.
##med5##
1,5 mió. fyri eini hús
Kári Thomsen vísir á, at húsini eru undir vanligan byggikostnað sammett við vanlig sethús, og bygningsdygdin er sera høg í allar mátar.
– Eitt einstakt kúpuhús kann byggjast fyri umleið 20.000 krónur fyri fermeturin, og er tá klárt at taka tað í nýtslu. Grundøkið er ikki íroknað, men øll arbeiðir til jørð, betong, timbur, hita-sanitet við meira, umframt el og alt fast innbúgv til køk, bað og tekniskar installatiónir, sigur hann.
– Verða fleiri bygd, verður kostnaðurin lægri, partvís vegna avsláttur á tilfar, og partvís tí at arbeiðsgongdin er hin sama fyri øll húsini. Sama forskallingin til sokkul kann sjálvandi brúkast til øll húsini, og tað vil eisini minka um samlaða kostnaðin.
Men hvat er prísurin so, um fleiri fólk slógu seg saman og gjørdu ein búfelagsskap við kúpuhúsunum frá Easy Domes?
– Frægast at røkka eini skilagóðari loysn er húsið á 56m2, ið gevur tvey kømur á loftinum, og hevur fulla innandura hædd annars. Hetta er tað nærmasta einum byrjunar-familjuhúsi á ca. 72-75m2 netto gólvvídd til ca. 1,5 milliónir krónur, sigur Kári Thomsen.
– Ein minni tilbygningur kann gerast til eitt nú dur og vesi, og so røkkast nakað fleiri fermetrar í sjálvum húsinum. Ein lítil úppibygging kostar ikki tað stóra, men kan gera mun, sigur hann og leggur aftrat, at tað samanlagt ber illa til at siga heilt neyvt, hvussu nógv tað kann kosta at velja hesa loysnina.
– Eitt, sum er trupult at meta um, er byggibúningin, ið kann vera løtt at fremja og til lágan kostnað, men er til dømis stórt hall á grundøkinum har bæði skal spreingjast, gravast út og fyllast upp, vil tað geva ein hægri kostnað sammett við eitt javnt grundøki, ið bert skal gravast omanav, fortelur arkitekturin.
##med7##
Lágan orkutørv
Umframt tann bíliga prísin eru eisini aðrir fyrimunir við kúpuhúsunum frá Easy Domes, sum gera tey bílig í longdini.
– Húsini kunnu røkka sera lágan orkutørv, partvís orsakað skapinum á húsinum, og partvís tí at bjálvingin í útveggum og tekju er góðar 40cm. Orkunýtslan er sum lágorkuhús og svarar til góðar 50-100 krónur um mánaðin til upphiting og heitt vatn, sigur Kári Thomsen og greiðir nærri frá serstøku bjálvingini.
– Bjálvingin til tey størru húsini er 35cm pappírsull + 5cm írsk seyðaull í innsíðu partinum á konstruktiónini. Seyðaullin gevur eisini brandtrygd.
– Serstakt er møguligt at byggja hesi hús uttan plastsperru og tí tryggja, at blámusoppur ikki íkemur. Byggihátturin gevur serstakt gott inniklima, tá plast ella sonevnda "regnfrakkasyndromið" ikki er til staðar.
##med6##
Men hvussu er góðskan, sambært arkitektinum sjálvum? Klára tey at halda sær í føroyska veðurlagnum, eisini um 20-30 ár?
– Kúpuhúsini eru sum vanlig timburhús, og skulu hava neyðugt viðlíkahald, sigur hann.
Tað ber væl til hóast avmarkingar
Men hvussu við byggisamtyktum og øðrum møguligum forðingum fyri at byggja alternativt?
– Byggisamtyktirnar eru ein forðing. Mestan tí øki løgd út til bústaðir eru matrikulerað í vanliga sethúsagrundøki á 400 - 600m2. Hinvegin ber til, um talan er um fleiri, sum vilja byggja smærri og tættari, at fáa hendur á einum størri øki, ið kann leggjast út til bygging. Tá má tryggjast, at kommunan er við uppá ætlanina og góðtekur at leggja økið út í byggisamtyktini. Byggireglur kunnu tá snikkast til at hóska til ætlaðu bygging og øki. Slíkt ber til, men krevur nakað av kanningum og forarbeiði, sigur Kári Thomsen.
– Eg veit, at Runavíkar kommuna er rættuliga jalig, tá slíkum umræður, men tað er væl hugsandi, at aðrar kommunur síggja møguleikar í samskipan av fleiri byggiáhugaðum og á tann hátt røkka bæði smærri matriklum, og betur gagnnýtslu og av lendinum, og bygging, ið hevur møguleika seinri at verða víðkað, sigur hann.
Grein úr Sosialinum 15. november