Altjóða felag keypir Per

Danska sjónvarpsfelagið Blu, har føroyski Per Zachariassen er ein av eigarunum, er selt til altjóða felagið FremantleMedia

Felagið Blu, sum seinnu árini hevur fremsti danski framleiðarin av undirhaldssendingum til sjónvarp, er nú selt til altjóða felagið FremantleMedia.
Annar av eigarunum í Blu er føroyski Per Zachariassen, og hann hevur eisini verið ein av leiðarunum í felagnum, sum hevur skapt nógv góð sjónvarpskonsept, sum eru send í Danmark og seld til onnur lond. Eitt nú Stóra Klassafestin og Vinir fyri lívið.
Nú hevur FremantleMedia, sum er í somu vinnu, keypt ein stóran part av felagnum og ætlar sær at brúka Blu til at koma inn á norðurlendska marknaðin.

Stjórin heldur fram
FremantleMedia hevur deildir í nógvum londum, og felagið er kent fyri sjónvarpskonsept sum Idols og sendingarnar við kokkinum Jamie Oliver.
Tað verður ikki upplýst, hvussu nógvar pengar FremantleMedia hevur brúkt fyri at keypa seg inn í felagið, men talan sigst verða um eina milliónaupphædd, sum eisini kemur gomlu eigarunum til góða.
Núverandi stjórin í Blu, Henrik Hancke Nielsen, skal halda fram sum stjóri, men hvussu støðan hjá Per Zachariassen nú er, hava vit ikki fingið uppspurt. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Per Zachariassen fyrrapartin fríggjadagin.