Altjóða sáttmáli skal tryggja føroysk virði

Skal ST tryggja, at Tinganes og Rinkusteinarnir verða varðveittir, og at hjúnabandið bara kann vera ímillum ein mann og eina kvinnu?

 Tað eru nógvar meiningar í Løgtinginum um, hvat vit skulu seta á altjóða listan hjá ST yvir tað, sum er vert at varðveita í Føroyum

 

Løgtingið er aftur nú í ferð við at samtykkja at seta ein altjóða sáttmála í gildi fyri Føroyar. Hesa ferð er tað sáttmálin hjá UNESCO um at varðveita heimsins siðaarv, sum ætlanin eisini er at seta í gildi fyri Føroyar.

 

Og í hesum sambandi hava løgtingslimir nógvar meiningar um, hvat skal setast á hendan listan yvir viðurskifti í Føroyum, sum eru verd at verja og at varðveita.

 

Í hesum sambandi varð nevnt í Løgtinginum, at vit eiga at seta Tinganes á altjóða listan yvir varðveitingarverd støð, tí har eru yvir 20 bygningar, sum eru fleiri hundrað ára gamlir, men sum eru varðveittir, og tað er rættiliga sermerkt.

 

Tingmenn halda eisini at Kirkjan í Kirkjubø, hólmurin í Mykinesi og trækirkjurnar í Føroyum skulu á listan hjá UNESCO.

 

Ikki óvæntað eru tað eisini fleiri løgtingslimir, sum halda at tað er sjálvsagt, at kvæðini, og føroyski dansurin, verða sett á listan, og summir halda eisini, at tað er í tøkum tíma, at eisini føroyskt bátasmíð kemur á ein slíkan lista, tí annars doyr hetta aldargamla handverkið, út.

 

Og so var tað eisini ein, ið helt, at Rinkusteinarnir í Oyndafirði eiga at verða settur á listan fyri at tryggja, at teir verða varðveittir, og tað varð eisini nevnt, at sluppirnar eru eitt annað dømi um føroyskan siðaarv, sum skal varðveitast.

 

Tað varð somuleiðis ført fram í Løgtinginum, at eisini viðurskifti, sum vanliga hoyrdi kvinnuliga leiklutinum til, áttu at verðið varðveitt, eitt nú tað at virka burtur úr ull, tað at binda og tað at gera ost og smør úr føroyskari mjólk.

 

Meiri sermerkt var tað, at løgtingslimir vísti á, at ein tann mest grundleggjandi siðaarvurin av øllum, hjúnabandi, eigur eisini at verða umfatað av einum lista sum hesum, nevniliga, at hjúnabandið skal vera ímillum ein mann og eina kvinnu, og einki annað.

 

Men so vóru tað eisini løgtingslimir, sum løgdu stein til byrðu og spurdu, hvussu ætlanin er at seta alt hetta í verk. Tey førdu fram, at eitt er at gera tað rætta, men tað nyttar lítið, hava vit ikki eisini eina ætlan fyri, hvussu vit skulu seta tað í verk.

 

Tey halda, at tað kann ikki bara snúgva seg um at samtykkja tað, sum er rætt, og so sleppa endanum. Ført var fram, at samtyktin um at samtykkja altjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldni er eitt gott dømi um tað.

 

Tað eru fleiri ár síðani Løgtingið samtykti hann, men enn er púra einki hent, og vit hava onga ætlan fyri, hvussu vit verja tað lívfrøðiliga marfeldni í Føroyum, hóast vit hava bæði plantur og dýr, sum eru í vanda fyri at doyggja út.