Altjóða miðlar selja Messi til Miami

HM 2022: Meðan Lionel Messi og Argentina stríðast fyri at koma víðari, so skriva altjóða miðlar, at hann er á gáttini at skifta til Inter Miami

Í hesum døgum er HM-endaspælið í Katar. Tað fylgja nógvar søgur við. Bæði á og uttanfyri vøllin. Ein av søgunum, sum hevur fingið bein at ganga á í gjár, er at Lionel Messi skal hava nýtt felag eftir hetta kappingarárið.

 

Meðan Lionel Messi og Argentina stríðast fyri at koma víðari, so skriva altjóða miðlar, at hann er á gáttini at skifta til Inter Miami í MLS í USA. Tað er alment kent, at hann eigur eini marglætishús í Miami.

 

Inter Miami er nýtt fótbóltsfelag, sum David Beckham er parteigari í. Tað verður sagt úr altjóða miðlum, at pengar í miðeystri er ein stórur partur av rakstrarætlanini við Lionel Messi í Miami. David Beckham er millum annað umboðsmaður fyri Katar. Nakað hann hevur fingið kritikk fyri í Onglandi.

 

Felagið hevur júst fingið loyvi til at byggja nýggjan marglætisleikvøll og tilhoyrandi venjingarumstøður og gistingarhús. Hartil verður sagt, at Inter Miami er í holt við at hyggja eftir spælarum, ið kunnu spæla saman við argentinsku stjørnuni. Millum nøvnini eru vinmenninir Cesc Fabregas og Luis Suarzez, ið hava verið liðfelagir hjá Lionel Messi í FC Barcelona.

 

Venjari hjá Inter Miami er fyrrverandi Manchester United spælarin, Phil Neville.