Tyrla datt niður nærindis Hormussundinum

Ógreitt er, um amerikanska tyrlan hevði tekniskar trupulleikar - ella, um tað var Iran, sum skeyt tyrluna niður

The New York Times veit at siga, at ein amerikansk Apache-tyrla er dottin niður nærindis Hormussundinum.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttar í morgun, at tyrlumanningin er bjargað og hevur tað gott.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at tað í løtuni er ógreitt, um tyrlan datt niður av einum tekniskum óhappi - ella, um Iran skeyt tyrluna niður.

 

Donald Trump sigur, at landsins myndugleikar einaferð í dag fara at koma við einari frágreiðing um hendingina.

 

Tyrlan, sum datt niður nærindis Hormussundinum, er av sama slagi, sum tyrlan á myndini her omanfyri.