Amerikanskir miljóningar spýta í kassan hjá Havnini

Í gjár vitjaði stóra og stásiliga ferðamannaskipið Crystal Symphony í Havn. Hetta er størsta skipið, sum nakrantíð hevur lagt at bryggju í høvuðsstaðnum.

Orð og myndir:

Jan Müller


Hetta er tíðin, tá stóru og stásiligu útlendsku ferðamannaskipini vitja Havnina. Ikki færri enn 24 stór ferðamannaskip vitja á Havnini í summar. Eitt teirra kom á Havnina týsmorgunin. Talan er um tað 50.000 tons stóra Crystal Symphony við nærum 1000 amerikanskum, mexikanskum og suðuramerikonskum miljóningum. Skipið er á eini heldur sjáldsamari ferð, nevniliga í kjalarvørri víkinga í Norðuratlantshavi.

Ferðin byrjaði í Keypmannhavn. Leiðin gekk síðani til Bergen, Sognefjordane og Geiranger í Norðurnorgi og haðani til Føroya. Síðani fer skipið til Íslands, Skotlands og endar ferðina í Dover. Hetta er ein fjúrtan daga ferð og koma ferðafólkini við flogfari úr USA til Keypmannahavn.

Slík ferð er ikki fyrr ein og hvønn, í hvussu er skulu nógvir pengar til. Kostnaðurin er úr 70.000 kr. upp í 110.000 kr. Men fyri hesa upphædd fær tú eisini allan tann luksus, sum tú kundi droymt um. Umborð er nevniliga alt, sum hoyrir einum siglandi luksusbýi til - frá orientalskum matstovum til sjónleikarpall við royndum sangarum og dansarum. Har eru svimjihyljar, kondihøli, baðistovur, biografhøll, bókasavn o.m.a.

Hetta er heldur ikki so løgið, tá kostnaðurin av skipinum røkkur til nærum tvær føroyskar fíggjarlógir. Skipið er trý ára gamalt og kostaði millum 3 og 4 mia. kr. at byggja.

Hetta er fyrstu ferð, at skipið ger rundferð í Norðuratlantshavi, og eydnast ferðin væl, verður hetta neyvan seinastu ferð heldur. Annars verða gjørdar ferðir kring allan heimin. Høvuðsferðin hjá Crystal Symphony, sum varir í 105 dagar er frá janaur til apríl, og tá gongur leiðin til Australia, New Zealand, Hawai, India og mong onnur pláss í fjareysturi.

Slík ferð er bert fyri tey ovurríku. Hon kostar úr 700.000 kr. upp í hálvaaðru millión. Talan er fyri tað mesta um ríkar og pensioneraðar amerikanarar.

Crystal Symphony er eitt av trimum skipum, sum fyritøkan Crystal Cruises eigur. Tað eru japanarar, ið eiga fyritøkuna, ið siglur út frá í Los Angeles men er skrásett í Bahamaoyggjunum.


Stóran týdning fyri Havnina

Talan er um størsta skip, sum nakrantíð hevur lagt at bryggju í Havn nakrantíð. Skipið er 240 metrar langt og 46 metrar høgt. Tað stingur góðar 7 metrar. Tórfinn Smith, formaður í havnanevndini nýtti høvi at síggja skipið. Hann er fegin um at fáa slíka vitjan, tí hon er við til at skapa inntøkur til havnakassan. Fyri at hava skipið liggjandi við bryggju týsdagin fekk Tórshavn havn umleið 65.000 kr. Hevði skipið verið liggjandi á Nólsoyarfirði var inntøkan nærri helvtini.

Tórfinn Smith sigur, at teir síggja fegnir, at slík skip vitja høvuðsstaðin og verður eisini roynt frá myndugleikunum at skapa góðar umstøður fyri hesi skip. Eisini verður nógv gjørt burtur úr at kunna umheimin um Havnina við bæði brosjum og luttøku á messum. Formaðurin í havnanevndini heldur eisini, at havnaagentarnir gera eitt sera stórt og gott arbeiði fyri at fáa tey stóru ferðamannaskipini henda vegin. Tí tá samanum kemur hevur hetta ikki bert týdning fyri Tórshavnar Havn, tað hevur týdning fyri alt handilslívið í býnum.

Undir samkomu umborð handaði býráðsformaðurin Leivur Hansen skiparanum býarmerkið hjá Havnini og fekk hann eisini gávu frá skiparanum sum áminning um hesa fyrstu vitjanina hjá skipinum á Havnini.

Ein undur í, at politisku myndugleikarnir í høvuðsstaðnum og umboð fyri aðrar stovnar vóru blíð og tóku væl ímóti skipinum. Millum fólk, sum hava við ferðavinnuna at gera, verður mett, at hetta slagið av ferðafólkavinnu er tað, sum leggur mest eftir seg. Tað er ikki neyðugt við dýrum íløgum, sum serliga eru rættaðar til hesi ferðafólkini, tí skipini og ferðafólkini brúka tað, sum dagliga verður brúkt. Tað vil aftur siga, at tað ikki, sum í so mongum øðrum førum, er neyðugt at forrenta dýrar íløgur hinar mánaðarnar.

Føroya Banki og Kunningartænastan á staðnum

Sum nakað nýtt verður nú roynt at skapa ferðafólki betri umstøður, tá tey koma til landið. Tá Crystal Symphony legði at bryggju í Havn tíðliga gjáramorgunin vóru fýra føroyskar kvinnur longu klárar at fara til arbeiðis. Tvær kvinnur í føroyskum búnað saman við tveimum av starvsfólkunum hjá Føroya Banka lótu upp tænastu umborð á skipinum. Kunningartænastan hevði tilfar um Havnina og Føroyar og Bankin hevði føroyskar pengar.

Tey fýra høvdu úr at gera. Tey flestu vildu hava kort yvir Havnina, og so vóru tað eisini fleiri av ferðafólkunum, sum vildu sleppa til handils í høvuðstaðnum, og ikki so fáir dollaraseðlar vórðu vekslaður við føroyskar pengar. Hetta má sigast at vera eitt skilagott tiltak, sum eigur at verða gjørt til ein fastan tátt um summarið, tá slík ferðamannaskip koma. Hetta er ein góð tænasta til ferðafólk, og so kemur tað eisini handilslívinum í høvuðsstaðnum og aðrastaðni kring landið til góðar. Professionelt og internationalt - eitt tiltak, sum gagnar øllum og gevur tí fremmanda varhugan av, at tað fungerar her. Hetta seinasta hevur ikki minst at siga, um vit ynskja at fáa fleiri ferðafólk til landi.