Analysa av Trump: Meira handil, minni kríggj

- Donald Trump er ein vinnulívsmaður og ivaleyst fer tað at síggjast aftur undir leiðslu hansara, sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur.

- Donald Trump er handilsmaður og eg gangi út frá, at hann sær tað sum sín høvuðslegitimitet. At hann er valdur at hugsa meira í vinnuligum banum og byggja amerikanska vinnulívið uppaftur. Tá man so raðfestir okkurt hægri, so verður annað raðfest lægri. So eg vænti tað hernaðarliga fer at fylla minni, sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, í Vikuskiftis Sosialinum í dag. 

 

 

Í blaðnum hesaferð kanst tú lesa analysu frá Boga Eliasen, har hann tekur pulsin á nýggjastu tíðindunum úr USA og metir um, hvønn týdning tað kann hava fyri okkara part av heiminum. 

 

Les alla samrøðuna í blaðnum í dag.