Kapping
Í sambandi við útgávuna av serblaðnuim, fótbóltur 2001, skipaðu Atlantic Airways og Sosialurin fyri kapping, har til bar at vinna eina ferð til Keypmannahavnar til dystin millum FCK og Liverpool.
Hópur av seðlum vóru innkomnir, og høvdu allir hesir til felags, at teir 15 puntarnir, sum tilsamans ímyndaðu maskottin hjá FCK, leyvuna Leo, vóru savnaðir saman. Við at grópa væl niður í bunkan, varð ein av bjálvunum síðani drigin upp, og úrslitið gjørdist, at 15 ára gamli Andrass Joensen úr Sørvági gjørdist hepni vinnarin.
Tað var gott
Tá vit mánamorgunin ringdu til Andrass at geva honum boðini, var tað ikki tað stóra, sum hann hevði at siga til hetta.
- Tað var gott!.
Somikið fáorðaður var hann at byrja við, men legði síðani afturat, at hann við hesum fekk høvi at vitja sysir sína, sum býr í Odensen, og sum eisini hevði ætlað sær at sæð dystin.
Spurdur, um tað var nøkur serlig orsøk til at hann tók lut í kappingini, segði Andrass, at tað var møguleikin at síggja FCK, sum var tað avgerandi.
- Eg haldi sjálvur við Manchester United, so tað er ikki fyri at síggja Liverpool, sigur hann brosandi.
Sosialurin og Atlantic Airways vilja nýta høvi til at ynskja vinnaranum hjartaliga tillukku við vinninginum, sum vónandi verður orsøk til eina stóra fótbóltsuppliving.