Foreldur hennara vóru Hans Christian Jacobsen úr Kunoy og Jacobina, ættað í Garði, av Strondum.
Systkin hennara vóru Hans Jacob, giftur við Oliviu, tey búsettust í barndómsheiminum í Kunoy, Elsebeth Malena, giftist við Símun Jensen úr Svínoy, Jógvan, giftist við Ellefíu og búði í Uppistovu í Kunoy, Sofus giftist við Óluvu, tey fingu sær eftirnavnið Dalsenni og búsettust í Klaksvík, og Súsanna (Sannemia), sum búði stóran part av lívi sínum í Hong Kong.
Andrea var bert 10 ára gomul, tá hon misti mammu sína, sum doyði av meslingum, og 22 ára gomul, tá pápin datt oman, tá hann var á fjalli.
Sum 14 ára gomul fór Andrea at tæna, fyrst í Kunoy, síðan til Klaksvíkar, og so til Havnar har hon hitti Grím á Dul, sum hon seinni giftst við. Tey búsettust í barndómsheiminum hjá Grími í Konradsbrekku. Grím kenna vit frá handlinum P/F Maria Poulsen, og var hann ein kend Havnarmynd. Grímur doyði í 1987.
Andrea og Grímur fingu 6 børn: Jakobina, gift við Napoleon Vang, Jógvan, Kristian, giftur við Poulu, f. Christiansen, Agnas, gift við Per Mortensen, Árna, og Guðrið, gift við John Eli Zachariasen. Ommubørnini eru 13 í tali og eitt langommubarn.
Andrea er altíð blíð og fyrikomandi at koma inn til. Hon er altíð í góðum lag, og vit eru mong, sum hava sitið væl inni hjá henni og fingið eitt gott prát og ein hugnaligan temunn. Andrea er sera vitug og lesur nógv og veit hvat fyriferst bæði her og úti í víðu verð.
Vit vilja øll ynskja Andreu hjartaliga tillukku við tí stóra degnum.
Dagurin verður hildin í Pálsstovu sunnudagin 7. august kl. 14.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá Andreu.
Vinfólk