Eitt sindur komiskt má sigast, at Bogi Andreasen, sum hevur havt tvær uppgávur sum varafólkafloksmaður á tingi: At tryggja parlamentariska grundarlagið undir løgmanni, sum setti Jákup Mikkelsen sum fiskimálaráðharra – og at velja nýggjan formann í Fólkaflokkinum.
Nú er tað grundarlagið undir Sjósavninum, sum er á skránni. Um Bogi Andreasen hevur trupulleikar av tí, hví hevði hann so ikki trupulleikar av, at pensjónir og almannaveitingar fóru nullstillaðar – javningin varð tikin burtur?
Hví hevði hann ikki trupulleikar av, at stuðul til hoyritól var tikin burtur?
Hví hevði hann ikki trupulleikar av, at gjaldið til Heilsutrygd varð hækkað?
Ella hvussu hevur ein fólkavaldur tjóðveldismaður tað við at fara til Danmarkar at bidda meira blokk?
Helst ætlar Bogi Andreasen at vinna ein av teimum trimum sessunum hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð.
Og skal hann tað við at vera í andstøðu til andsfelagarnar í Tinganesi, so fær Bogi Andreasen úr at gera næstu 11 mánaðirnar.