Ann og Sunniva fingið Fólkaheilsuvirðisløn

- Vit eiga at heiðra hesum ótroyttiligu eldsálum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Í dag hava tær báðar undangongukvinnurnar, Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein úr Bragdinum, fingið Fólkaheilsuvirðislønina fyri í ár

 

Fyrrapartin var Fólkaheilsuráðstevna í Norðurlandahúsinum og fyri fyrstu ferð varð ein serlig Fólkaheilsuvirðisløn latin. Ein dómsnevnd hevur mett um tey tilnevndu og tikið støðu til, hvør ið skuldi hava virðislønina í ár.

 

Og tað vóru Ann Tomsen og Sunniva Bjarnastein, sum fingu virðislønina.

 

- Vit eiga at heiðra hesum eldsálum, sum ótroyttiliga gera tað møguligt hjá øðrum at styrkja heilsuna og lívsvirðið, segði Sirið Stenberg, tá ið hon handaði teimum virðislønina.

 

Hon sigur, at tað er fólkaheilsan, sum er tann ordiligi vinnarin av tí virðismikla arbeiðnum hjá teimum.

 

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt tiltak, sum er við til at fremja fólkaheilsuna. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu tiltøkini, sum verða gjørd kring landið, og sum eru við til at betra um fólkaheilsuna.

 

Dómsnevndin var á einum máli um, at Fólkaheilsuvirðislønin 2016 skuldi latast undangongukvinnunum Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein.

 

- Ann Thomsen er forkvinna í Bragdinum og Sunniva Bjarnastein er limur í motiónsbólkinum og báðar hesar kvinnur hava ein stóran leiklut í at fáa fólk at røra seg meira.

 

- Hetta sæst aftur í stóru undirtøkuni millum kvinnur úr øllum landinum, sum koma saman til árligu kvinnurenningina, har Bragdið samskipar renningina, gangi ½-maraton og fólkaheilsurenning.

 

Umframt at skipa fyri rørslutiltøkum í Havnini, hevur Bragdið eisini stuðlað undir fólkaheilsutiltøkum kring landið í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, til frama fyri fólkaheilsuna. Her hava Ann og Sunniva haft týðandi leiklutir.

 

Arbeitt hevur verið, og verður, miðvíst árið runt við skipaðum rørslutiltøkum, eisini uttan at tala er um beinleiðis kapping.

 

Fyri ein stóran part er talan um eina kveikingarrørslu til at fáa flest møgulig at røra seg meira.

 

- Hetta hevði ikki borið til uttan eldsálir sum Ann og Sunnivu.

 

Ann og Sunniva hava eisini í fleiri ár skipað fyri rennivenjing fyri kvinnur í øllum aldri, støddum og venjingarstøðu, hvønn hósdag og leygarmorgun í øllum veðrið.

 

Tey, sum hava skotið Ann og Sunnivu upp til at fáa Fólkaheilsuvirðislønina 2016, rósa teimum fyri teirra jaliga lyndi, áræði, áhaldni og fyri at verða góðar í ráðum, tá talan er um rennivenjing, sigur dómsnevndin.