Annika og Haukar taptu eisini greitt í seinna Play Off dystinum

Valur vann aftur greiðan sigur á Haukum, og vann seg harvið í hálvfinalurnar

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevði 10 bjargingar og bjargaði eisini einum brotskasti, men lið hennara, Haukar tapti eisini greitt seinna Play Off dystin móti Vali, ið harvið hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Hesaferð vunnu valskvinnur 28-22. Longu í steðginum vóru valskvinnur á odda 17-11. Frá støðuni 11-5 hevði Valur alla tíðina eina greiða leiðslu í dystinum. 

 

Tað nærmasta Haukar komu Vali í seinna hálvleiki var 19-24.

 

Fyrra Play Off dystin á heimavølli vunnu valskvinnur 25-19.

 

So tað gjørdist tíverri ikki á hesum sinni, at Annika Fríðheim Petersen vann seg í hálvfinalurnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini saman við liði sínum.