Annika og liðfelagarnir hóma bólkaspælið í European League

Nykøbing Falster vann stórsigur í fyrru uppgerðini móti Viborg

Tað fall soleiðis út, at liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster var parað við Viborg í seinasta undanumfarinum til bólkaspælið í EHF European League.

 

Fyrri dysturin millum liðini var leiktur í Nykøbing í dag, og endaði hann við stórsigri 34-21 til Nykøbing Falster. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 15-8.

 

Returdysturin verður leiktur komandi leygardag klokkan 13. Um Nykøbing Falster tapir tann dystin við 12 málum ella minni enn tað sleppa tær at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Cecilie Greve er fyrsti málverji hjá Nykøbing Falster. Annika fekk tó eina løtu á vøllinum í dag, og tað eydnaðist tað henni at bjarga eina av tveimum málroyndum. Cecilie Greve bjargaði 13 av 33 málroyndum, so tað er ein sera dugnaligur kappingarneyti Annika hevur í Nykøbing Falster. 

 

Vinnur Nykøbing Falster seg í bólkaspælið í EHF European League verður Annika fyrsta føroyska kvinnan, ið sleppur at royna seg í einum bólkaspæli í einari stóra evropeiskari kapping fyri felagslið.