Ansið eftir holdinum!

Skiftandi veðurlag við vindi, regni og kulda fær nógvar føroyingar í hesum døgum at leita uttanlands at standa á skíðum, og samstundis njóta góðveðrið í fremmandu náttúruni. Men serstakliga góðar grundir eru til at ansa eftir holdinum

Á vetri missir luftin nakað av vætu, og tað sama ger seg galdandi fyri holdið hjá okkum. Tá luftin er turr, gerst húðin eisini turrari og støkkur skjótari.
Vanliga virkar holdið sum ein bjálving, ið ger at vætan setur ikki úr kroppinum, og verjir eisini fyri at smáverur koma inn í kroppin gjøgnum húðina. Tá ið turra húðin rivnar, veitir hon ikki somu verju; tí er tað av týdningi at røkja turra holdið fyri at fyribyrgja, at besta vernd okkara móti vætumissi og smáverum verður skadd.

Eini góð ráð fyri holdið er at smyrja tað við feitum smyrsli hvønn dag. Ymisk evni eru til taks, ið veita húðini bæði fiti og vætu, ið stimbra húðina og varðveita hana lina og mótstøðuføra.

Holdið í frostveðri

Í kuldaveðri er tað av stórum týdningi at verja holdið serliga væl. Í vindi er holdið kaldari, enn tá logn er. Frystur niður í eini fimm stig í logn, svarar tað til 13 kuldastig á holdinum, bert eitt lítið lot er, og er frískur vindur - umleið 10 m/s - svarar tað til 21 kuldastig á holdinum.
Tað týdningarmesta er, at holdið fær nóg mikið av fitievni, so tað verður ikki uppturkað. Kortini er óneyðugt at nýta vatnleyst krem. Verður kremið smurt á holdið okkurt um ein hálvan tíma áðrenn farið verður útum, er kremið sett sett inn í húðina.
Krem eru, ið gera at húðin fær andað, og ikki liggja sum ein tøtt skón oman á henni.

Holdið og sólin

Á skíðferð kann holdið verða útsett fyri bítandi kulda og brennandi sól sama dag. Tann tunna fjallaluftin verjir ikki so væl fyri sólini, sum hon annars ger á láglendi, og tá avkavað er, endurspeglast sólarljósið úr kavanum, so geislingarnar verða fleirfaldaðar samanborið við tær, vit annars eru von við. Tá farið verður á skíðferð, eru tey flestu hvítholdaði, tí sólin hevur ikki sæð á holdið í fleiri mánaðir. Holdið er følið og á høgum fjøllum kann sólbruni koma, hóast skýggjað er.
Til tess at verja viðkvæma vetrarholdið er tað umráðandi at holdið verður smurt við sólkremi, ið hevur høgan verndarvaldi. Er ætlanin at vera úti í fleiri tímar, eiga flestu føroyingar í minsta lagi brúka verndarvaldur 15 (Sun Protection Factor: SPF 15) til tess at verja holdið fyri sólbruna.

Umráðandi er eisini at verja varrar og oyru, og helst eisini brúka sólbrillur til tess at verja eyguni fyri tí bjarta og skyggjandi ljósinum.Varrar og oyru kunnu smyrjast við sólstift, ið kann havast í lummanum til at taka. Í flestu sóltilbúningum, sum fáast til keyps í dag, er verja fyri bæði UVA og UVB sólargeislingum, ið eru skaðiligar í ov stórum nøgdum.
Eisini tá luftin er samdrigin treingja ultraviolettar geislingar frá sólini í gjøgnum skýloftið og verða endurspeglaðar úr kavanum. Tískil er vandi fyri sólbruna, hóast samdrigið er, og tí er altíð skilagott at smyrja seg við sólkremi, sama hvussu veðurvánirnar eru.

Kelda: www.apotek.fo