Anti-happingardagur

Í sambandi við kanningina um happing í fólkaskúlunum, er eitt tilmæli um at hava ein anti-happingardag 4. mai á hvørjum ári. Landsstýriskvinnan heldur tað vera eitt gott hugskot

 

Eitt av tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, ið hevur skrivað kanningina um happing, er, at 4. mai á hvørjum ári verður ein anti-happingardagur. Katrin av Kák, Olga Biskupstø og Erla Olsen, ið hava gjørt kanningina, skriva, at hesin dagur verður hildin í nógvum londum. Mælt verður til, at dagurin er ”sokkadagur”, har vit markera, at ”happing sokkar”, skriva tær tríggjar.

– Eg fari at umrøða við umsitingina, hvat vit møguliga fara at fáa burturúr einum tílíkum degi. Fer tað at gera mun, ella er tað júst hetta tiltakið, ið saman við onkrum øðrum tiltaki, sum ger munin, spyr Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúla- og undirvísingarmálum. 


##med2##

Kreativt tiltak

Hon heldur at eitt tílíkt tiltak kann gerast kreativt.

– ”Happing sokkar” er eitt stuttligt heiti, og tað leiðir meg til kreativa hugsan. Eg síggi fyri mær, at tað kann gerast nógv stuttligt ein tílíkan dag, ið kann varpa ljós á tað at hava tað gott og stuttligt saman, og ongan seta uttanfyri. Hetta er eitt tilmæli, ið eg fari at umhugsa beinanvegin, sigur Hanna Jensen.

Júst hugtakið ”Happing sokkar” var eitt av svarunum, ið kom aftur frá spurnarkanningini í 2015.

Lesið meira í Vikuskiftissosialinum, ið er at fáa í sølubúðum kring landið.