Apple umhugsar at keypa Manchester United

Premier League: Nýggjastu meldingarnar seta Apple í samband við at keypa Manchester United

Bretskir miðlar skriva í dag, at risafyritøkan Apple umhugsar at keypa Manchester United. Felagið bleiv fyrr í vikuni sett til sølu av familjuni Glazer, sum hevur átt felagið í 17 ár.

 

Tað er óvist, um nakað hald er í søguni, tí Apple hevur ongantíð átt í einum ítróttarfelagið. Hartil er óvissan nógv størri í fótbólti, enn í eitt nú amerikanskum ítrótti, har niðurflyting ikki er ein partur av skipanini. Fyrr í ár royndu 12 feløg at gera eina Super League, ið skuldi tryggja teimum størstu og søguríkastu eitt pláss, uttan vanda fyri niðurflyting.

 

Mótstøðan úr fótbóltsheiminum var risa stór og øðin fekk flestu av feløgunum at halda aftur umgangandi. Hetta skal eisini verða ein av orsøkunum til, at Glazer familjan hevur sett Manchester United til sølu, og at FSG hevur sett Liverpool til sølu. Tí nú er vandi fyri ikki at røkka Champions League fótbólti, ella í ringasta føri flyta niður.

 

Tað hevur verið skemtað óført á netinum við hugskotinum um, at Apple ætlar at keypa Manchester United. Nýggi leikvøllurin kundi fingið heitið “Ipone Stadium” og felagið kundi verið endurnevnt “Mac-Chester United” og so framvegis.

 

Eitt er greitt. Verður Manchester United selt, so verður talan um dýrasta keypið í fótbóltssøguni. Manchester United hevur síðani Premier Leagur bleiv sett á stovn í 1992, verið førandi við at marknaðarføra seg. Mett verður, at fleiri av størstu fyritøkunum í heiminum hava hug á felagnum, tí tað hevur so nógv viðhaldsfólk og eitt sterkt brand. Herfyri bleiv Chelsea selt fyri 37 milliardir krónur.

 

Mett verður at Manchester United kemur at kosta so nógv sum 80 milliardir krónur. Eitt, sum fylgir við keypinum er, at Old Trafford er illa farið. Helst skal Manchester United hava ein nýggjan leikvøll eina ferð í nærmastu framtíð. Hetta er ein stór íløga at taka á seg.