Arbeiða fyri at broyta prísin

Á fundi í Vágum hóskvøldið var breið semja um, at arbeiðast skal fyri at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá Vágatunlinum

Tunnilsprísir

Vágar:Vinna og politikarar í Vágum leggja alla orku í at fáa broytt prísirnar hjá Vágatunlinum. Teir eiga at lækka nakað væl, var niðurstøðan á fundi, sum hildin var á Hotel Vágum hóskvøldið.
Løgtings- og landsstýrismenninir í Vagum eru samdir um, at roynt eigur at vera at fáa raksturin av Vágatunlinum lagdan undir Landsverkfrøðingin. Tað sleppir partafelagnum Vágatunlinum beinanveg fundan einum sjey mililónum álriga, sum ger heilt stóran mun í ferðaseðlagjaldinum, førdi Jóannes Nielsen, løgtingsmaður, fram á fundi, sum Felagskommunan og Vinnufelagið í Vágum skipaðu fyri á Hotel Vágum hóskvøldið.
Um støðan verður verandi, sum nú er, væntaðu teir stutt og greitt ikki, at tunnilin fer at verða brúktur, sum ætlanin var. Tað verður einki minni enn ein skandala, um eitt annars so væleydnað tiltak fer at standa ónýtt, tí eingin hevur ráð at koyra, var fundurin samdur um.

Avsláttarkortini
Sum vera man vóru nógv mál uppi og vendu hetta kvøldið. Eitt var teir avsláttir, partafelagið Vágatunnilin letur ymsu bólkunum.
Men fólk vóru sum heild á einum máli um, at tað fór ikki at verða tikið av hesum tilboðunum, tí hóast tey í longdini eru væl bíligari enn at gjalda fyri hvønn túr sær, eru tey soleiðsi háttað, at tey eru ov dýr at fáa til vega.
Tað var serliga vinnuligu koyringina, tosað varð um á fundinum. Og ein teirra, sum hevur bæði lastbilar og bussar í Vágum, Niels Olgar Joensen á Giljanesi, vísti á, at fyri eitt nú bussranar er bara at gloyma alt um at geva nøkur tilboð, sum hava við ferðavinnu at gera. Tað vil siga tey fólkini, sum koma við skipi til Føroya. Tí prísirnir eru so mikið høgir,at eingin fer at koma vestur i Vágar, sum tað nú sær út.
Sama er hjá lastbilunum, sum skulu um Sundið. Teir hava ongan møguleika at bjóða upp á arbeiði hinumegin, tí aðrir sleppa undan tunnilsgjaldinum, sum nú er voðrið øgiligt.
Avsláttarkortini verða latin ávísum bilum. Tað vil siga, at tey eru markað við nummarplátuni hjá tí ávísa bilinum ella bussinum, og tí ber ikki til at flyta ímillum og keypa til dømis eitt kort, sum tann ávísi bilurin, sum fer um Sundið, so hevur við sær.
?Tað merkir, at í mínum føri skal eg kanska hava eini fimm slík kort.Tey kosta umleið 20.000,- krónur stykkið. Og 100.000,- krónur eru øgiliga nógvir pengar at binda soleiðis uttan rentur, segði Niels Olgar Joensen.
Tó verður tað ikki bara vinnuna hetta fer at raka, varð víst á. Eisini ítróttarfeløgini í oynni fara at koma í neyð av hesum.
Sum er hava feløgini 10 túra kort, sum flutt verða millum ymsar bilar, alt eftir, hvør nú fer við børnunum inn á Skála ella til Havnar at spæla hondbólt.
Tá avsláttarkoritni verða markað, verða tað somu tveir, tríggir bilarnir, sum noyðast at koyra hvørja fer, varð víst á. Og tað fer eingin at tíma, varð niðurstøðan.

Trýst
Ført varð fram, at frægasta, sum var at gera, var at lata øll ymisk feløg og áhugabólkar senda eina rúgvu av mótmælum bæði til politikarar og Vágatunnilin í teirri vón, at tað fer at vísa teimum á, hvussu tvørligt hetta verður.
Eitt nú varð ført fram, at tey politisku feløgini í vágum hvørt í sínum lagi eiga at ávirka sína flokkar til at mótmæla prísunum. Í øllum førum feløgini í Vágum eru samd á hesum økið, var hildið.
Víst varð á, at sambært løgtingslóg er álagt Strandfaraskipum Landsins at røkja sigling um Vestmannasund.
Tað er eitt uppskot um avtøku av hesi lóg ávegis í tingið. Verður tað felt, skal Strandferðslan framvegis sigla um Vestmannasund.
Onkur hevði tann tanka frammi, at um andstøðan saman við einum samgongulimi atkvøddi í móti at taka siglingina av, varð hon framvegis í gildi. Og so kundu fók ferðast fyri gamlan prís úr Vágum, og koma vestur aftur gjøgnum tunnilin, tí har verður einki nýtslugjald tikið Streymoyarmegin.
Ómoralskt. Ja. Og provokerandi. Men kanska tað hevði fingið onkrar klokkur at ringt onkustaðni.
Eingin ivi tóktist vera á fundinum um, at um prísurin var settur niður í helvt, høvdu í minsta lagið dupult so nógvir bilar sum teir 350, sum mett verður nú, ferðast um Sundið. Og so gongur roknistykkið upp kortini, men fólk gjalda bara helvtina, og øll eru glað.
Tí heilt greitt varð gjørt, at eingin i Vágum ynskir at sleppa heilt undan nýtslugjaldinum. Ikki fyrr enn lánini eru afturgoldin. Men so skal afturfyri vera fritt, var fundurin samdur um.