­ Arbeiðast má víðari

Jens Ove Friis, stjóri í stóra plátufelagnum CMC Records, sigur seg vera væl nøgdan við tónleikin í Prix Føroyar finaluni. Tó heldur hann, at arbeiðast má eitt sindur meira, um bólkarnir ætla at gera seg galdandi úti í heimi

­ Arbeiðast má við at fáa tónleikin meira ljóðfagran, áðrenn hugsað verður um at gera seg galdandi úti í heimi. Men tó haldi eg, at tónleikurin, vit hoyrdu í Prix Føroyar finaluni, var munandi betri enn hann hevur verið áður í Føroyum. Eg eri bilsin yvir stóra hvarvið av tónlistafólki, ið framførdi eitt breitt úrval av originalum tónleiki.

Hetta var fyrsta viðmerkingin Jens Ove Friis, ið er stóri í stóra danska plátufelagnum CMC Records, hevði eftir at vinnarin var kosin í Prix Føroyar finaluni leygarkvøldið.


Drúgvar royndir

Jens Ove Friis hevur í 25 ár arbeitt við at geva út tónleik. Hann hevur í 8 ár arbeitt hjá stóra altjóða plátufelagnum PolyGram, har hann í 6 ár var programmleiðari. Høvuðsuppgáva hansara var at finna og menna nýggj evnarík tónlistafólk innan fleiri ymsar tónleikagreinar.

Í 1993 setti Jens Ove Friis saman við tveimum øðrum á stovn CMC Records, ið gjøgnum árini hevur ment seg til eitt stórt plátufelag við yvir 30 starvsfólkum, og sum er plátufelagið hjá triðja hvørjum donskum tónleikara. Hetta plátufelag er nú ein partur av stóra fleirtjóða plátufelagnum EMI í Bretlandi.


Ikki nógv keypt uttanlands

Jens Ove Friis heldur ikki, at ein fløga við tónleikinum frá Prix finaluni hevði verið nógv keypt uttanlands. Hann heldur ikki, at tilfarið er til reiðar til tess, sum nú er, men tó heldur hann, at tað kanska hevði borið til við einari stakfløgu, við tí besta frá frá finaluni. Hetta heldur kanska kundi verið gjørt sum ein roynd at gjørt føroyskan tónleik galdandi uttanlands. Men so skuldu upptøkurnar á fløguni verið gjørdar í studio í staðin fyri at verið beinleiðis frá pallframførðslunum.

Fyri at gjørt eina slíka fløgu, heldur Jens Ove Friis, at neyðugt hevði verið við útlendskari hjálp, og hann heldur eisini, at fløgan skuldi verið styrkt við onkrum útlendskum tilfari.

Tó heldur stjórin í stóra danska plátufelagnum tað ikki vera ómøguligt at menna føroyska tónleikin so mikið, at hann kann gera seg galdandi uttanlands. Hann vísir bert á, at hetta krevur eitt stórt arbeiði.


Fer at halda eygað við bólkunum

­ Tað eru nakrir bólkar, ið eg haldi møguliga kunnu gera seg galdandi uttanlands einaferð í tíðini, og hesir ætli eg mær at halda eyguni við, sigur Jens Ove Friis. Hann heldur, at allir teir tríggir fremstu bólkarnir fingu tað pláss, teir høvdu uppiborið. Harafturat heldur hann, at Clikhaze vísti nakað áhugavert og serstakt, ið arbeitt kundi verið víðari við. Hann leggur tó dent á, at neyðugt er at arbeiða nógv, fyri at koma víðari.


Ikki serføroyskt

Jens Ove Friis, ið hevur føroyska konu og hevur fylgt við í føroyska tónleikalívinum tey seinastu mongu árini, heldur ikki, at tónleikurin, ið varð framførdur í Norðurlandahúsinum leygakvøldið, bar brá av at vera serføroyskur. Hann heldur, at um ein hoyrdi onkran av bólkunum spæla í útlendskari útvarpsstøð, so hevði tað ikki komið einum til hugs, at talan var um føroyskan tónleik. Hetta heldur hann bæði hava sínar fyrimunir og sínar vansar.


Gott handverk

Jens Ove Friis endar við at skíra føroysku tónleikararnar góðar handverkarar. Hann heldur, at føroyska tónleikahandverki er ment sera nógv tey seinastu árini, men leggur hann dent á, at tað ikki er nóg mikið, bert at vera góður handverkari. Ein skal eisini duga at bróta ígjøgnum við sínum serstaka tónleiki. Sum nú er, heldur hann, at sigast kann um tónleikin, at talan er um føroyskt kopi av amerikanskari góðsku.