- Tað snýr seg um at arbeiða hvønn dag við tí, tú hevur sett tær fyri.
Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, sum í gjár bleiv kosin at vera Ársins Leiðari innan tað privata.
Í sambandi við tiltakið, har Ársins Leiðarar innan tað almenna og privata blivu kosnir, varð sagt, at Jóhanna á Bergi er ein sterkur leiðari, sum við sínum dugnaskapi hevur tryggja fyritøkuni nøkur góð úrslit.
- Tað eru sjálvandi føgur orð, men alt verður gjørt í samstarvi við góð starvsfólk, kundar og veitarar, sigur Jóhanna á Bergi, sum heldur, at tað eins væl kuni verið onkur annar, sum fór avstað við heiðrinum.
- Bæði eg sjálv og eisini øll onnur vita, at tað eru onnur fólk, sum hava uppiborið at gerast Ársins Leiðari innan tað privata, men tað bleiv so eg, men kundi líka so væl verið onkur annar, sigur Jóhanna á Bergi.
Í dómsnevndini at velja Ársins Leiðarar 2014 sóta Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari Føroya Bjór, Andras Róin, stjóri Bústaðir og Gunnleyg Durhuus. fyrrverandi depilsstjóri fyri Eldradepilin.
Hoyr samrøðu við Jóhonnu á Bergi við at trýsta á pílin undir myndini.