Arbeiðsfólk/handverkari til Nes kommunu

Søkt verður eftir arbeiðsfólki/handverkara til Nes kommunu at byrja í november 2022, ella eftir nærri avtalu.

 

 

 

Arbeiðsuppgávur:

 

Saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av vatn- og kloakkleiðingum, vegum, gongubreytum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Eftir nærri avtalu arbeiða á Endurnýtsluvirkinum eins og hava ábyrgdina av at flagga á kommunalu stovnunum.

 

Starvsfólki hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.

 

 

 

Vit ynskja ein starvsfelag, sum er:

 

  • Álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvsinnaður
  • Setur arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
  • Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
  • Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
  • Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
  • Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
  • Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

 

 

 

 

 

Setanarviðurskifti:

 

Umframt  40t/viku verður nærri avtala gjørd um eykaarbeiði á Endurnýtsluvirkinum, flagging v. m.

 

Størvini eru tímalønt. Lønin og setanarviðurskiftini verða ásett sambært sáttmála við Føroya Handaverkarafelag/Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

 

Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til

 

Nes kommunu

Toftavegur 3

650 Toftir

 

ella við telduposti nes(at)nes.fo

 

 

 

Umsóknirnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. september 2022. Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565001 ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002.