Arne Mikkelsen og Mathias Bruun fremstir í Tórshavnar Bridgefestivali

 

 

Knappliga 120 bridgespælarar hava spælt kort í Dansifrøi í dag, nú skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali. 8 umfør hava verið í dag og nú farið var til húsa í kvøld eru Arne Mikkelsen og Matthias Bruun á odda, beint í hølunum á teimum er trífaldi vinnarin av festivalinum. Bogi Simonsen saman við partamanni sínum Bjarna Hólmar Einarsson.

 

Tey 8 umførini í dag fevna um tveir kappingarpartar - sessionir - fyrra partin vunnu Arne Mikkelsen og Mathias Brun og seinna partin vunnu Robert Langgaard og Hallberg Arnfríðsson.

 

Byrjað verður aftur klokkan 9 leygarmorgunin og endað verður umleið kl 16.

 

Øll úrslitini síggjast her:

https://resultater.bridge.dk/template/turnering.php?mainclubno=7101&clubno=7&tournament=32

 

##med2##

 

##med3##