Árni Gregersen skipar fyri valkjaki á FM1

Týsdagin klokkan 16.05 verður valkjak millum Bjørt Samuelsen hjá Tjóðveldi og Helga Abrahamsen hjá Sambandsflokkinum

Fram til løgtingsvalið 8. desember fer Árni Gregersen at hava valkjak á FM1, har møguleiki verður hjá lurtarunum at ringja inn, ella senda eitt sms við spurningum og viðmerkingum til nummar 559999.

 

Fyrsta valkjakssendingin verður Týsdagin 22. November klokkan 16.05. Gestir vera Bjørt Samuelsen frá Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen frá Sambandsflokkinum.

 

Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá FM1 nær sendingarnar vera og hvørjir gestirnir vera til tær ymisku valkjakssendingarnar. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo