Arsenal dregur frá

Tað haltar hjá United, og hjá Southampton gongur væl

Stóra samrøðuevnið eftir dagsins dystir í Onglandi er Manchester United. Í dag kiksaði tað á heimavølli ímóti Southampton, sum megnaði at svara aftur og javna leiðsluna, sum Robin van Persie syrgdi fyri undan steðginum. Dejan Lovren javnaði. Javnleikurin var staðfesting av, at góða gongdin hjá Southampton heldur fram – liðið er á fimta plássi – og staðfesting av, at samanspælið millum United og David Moyes ikki enn riggar og harvið at spælið og úrslitini ikki eru soleiðis, sum tey vóru, tá Feguson hevði ábyrgdina.

Arsenal er einsamalt topplið, og í dag varð Norwich sent til hús úr norður London við 4-1 tapi. Mesut Özil var tvífaldur málskjútti hjá toppliðnum.

Eitt annað London felag, Chelsea, er næstfremst. Í dag var tað kvøkkur, tá ið Cardiff eftir 1. hálvleik var á odda við máli, sum Jordon Mutch skoraði. Mikið prát hevur verið um útjavnandi málið, tá ið bólturin varð tikin frá málverjanum, sum fult og heilt hevði tak á støðuni. 4-1 sigurin ber við sær, at Chelsea er næstfremst.

 

Liverpool meiri enn hálvkiksaði í Newcastle, har tað ikki eydnaðist at vinna, hóast heimaliðið í meiri enn ein hálvleik var undirmannað. Men 2-2 ber við sær, at teir reyðu úr Liverpool framvegis eru á triðja plássi.

 

Í kvøld var Manchester City eina løtu ikki sørt spert í London, men kortini eydnaðist tað at vinna 3-1 ímóti West Ham og harvið at varðveita fjórða plássið. Stóri maðurin hjá City var Sergio Agüero, sum skoraði tey bæði fyrstu málini.

 

Everton var favoittur á heimavølli ímóti Hull City, og tað gekk akkurát. 2-1 sigursmálið skoraði Steven Pienaar tólv minuttir eftir steðgin. Í hvussu so er inntil seinnapartin í morgin, tá ið Tottenham fer til Birmingham at spæla ímóti Aston Villa, er Everton á sætta plássi.

Fyrstu umførini hevur tað verið ikki sørt trilvandi hjá Michael Laudrup og Swansea. Í dag var Sunderland, sum er aftast við bara einum stigi eftir átta umfør, á vitjan, og heimaliðið vann sannførandi 4-0 sigur, sum ber 11. plássið við sær.

 

Setningurin hjá Stoke og WBA er at renna undan botninum, og í dag vunnu hesi liðini eitt stig í part í málleysari uppgerð.

 

Í morgin spæla Aston Villa og Tottenham, og mánakvøldið hittast Crystal Palace og Fulham.

 

Arsenal 19, Chelsea og Liverpool 17, Manchester City 16, Southampton og Everton 15, Tottenham 13, Manchester United, Hull City og Newcastle 11, Swansea, Aston Villa og WBA 10, West Ham, Stoke og Cardiff 8, Fulham og Norwich 7, Crystal Palace 3 og Sunderland 1.