Arsenal fríkent í skandalu døming

Bæði Kieran Gibbs og Alex Oxlade-Chamberlain eru fríkendir í skandalu døming farna vikuskiftið

Arsenal fekk leygardagin ein ordans bank av Chelsea. Í dysti nummar túsund við Arsene Wenger sum venjara tapti Arsenal 6-0. Eisini fekk Arsenal Kieran Gibbs beinleiðis fyri at bjarga við hondini.

 

Trupulleikin var bara, at tað var Alex Oxlade-Chamberlain, sum bjargai skotinum, ið ikki var á veg í mál. Sostatt bleiv skeivi spælari útvístur. Arsenal kærdi útvísingina av skeiva spælaranum og útvísingina sjálva, tí mett var at talan var um brot, ið skal sektast við gulum korti.

 

Also bleiv reyða koetið hjá Kieran Gibbs yvirført til Alex Oxlade-Chamberlain. Síðani verður reyða kortið umskrivað til eitt gult kort, tí mett verður, at talan ikki er um reytt kort í støðuni, tí bólturin ikki er á veg í mál.

 

Arsenal hevur nú fingið viðhald í báðum kærunum. Sostatt kunnu Bæði Kieran Gibbs og Alex Oxlade-Chamberlain vera við í kvøld, tá Arsenal tekur móti Swansea.

 

Premier League í dag:

Arsenal – Swansea (19:45)

Manchester United – Manchester City (19:45)

Newcastle – Everton (19:45)