Í kvøld gekk tað betri, enn tað ofta hevur gjørt fyrr í hesum kappingarárinum, tá ið Arsenal hevur spælt á útivølli.
London uppgerð var á skránni, tá ið Arsenal var gestur longri suðuri í høvuðsstaðnum á Selhurst Park, har Roy Hodgson og hansara menn í Crystal Palace tóku ímóti.
Setningurin hjá Crystal Palace er at halda tørn um pláss omanfyri strikuna. Átta tær seinastu ferðirnar hevði tað eydnast Crystal Palace at vinna úrtøku.
Setningurin hjá Arsenal er at halda tørn í møguleikan at kvalifisera seg til næsta summar at sleppa uppí part í europeisku meistarakappingini. Hetta var 810. ferðin, at Arsene Wenger hevði ábyrgdina av Arsenal í landskappingardysti. Higartil hevur Sir Alex Ferguson átt metið við flest landskappingardystum, men nú liggja teir báðir Ferguson og Wenger lið um lið.
Í kvøld vann Arsenal 3-2. Gestirnir vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Málið skoraði Shkodran Mustafi miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Heimaliðið fekk av álvara mót uppá, at tað skuldi bera til, tá ið Andros Townsend fýra minuttir eftir steðgin javnaði.
So var tað eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað av álvara glógvaði í Alexis Sánchez, sum higartil í hesum kappingarárinum hevur staðið seg alt annað enn væl á Arsenal liðnum. Í fýra minuttir skoraði hann tvær ferðir og legði harvið Arsenal framum 3-1 og á sigurskós.
Í 89. minutti minkaði James Tomkins um munin. Merkisvert var tað, at heimaliðið bara hevði tvær royndir innanfyri málkarmin, og í báðum førum endaði tað við máli.
Arsenal hevði greiða leikliga yvirvág, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað ikki frítt, at teir í Arsenal leguni bitu negl, og lættin var stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Sigurin ber við sær, at Arsenal nú hevur 37 stig og er eitt stig frá týdningarmikla fjórða plássinum.
Crystal Palace hevur 18 stig og er eitt stig omanfyri strikuna.
Á middegi sunnudagin – nýggjársaftan - eigur Crystal Palace heimavøll ímóti suverena toppliðnum Manchester City.
Nýggjársaftan klokkan 16.30 skal Arsenal aftur spæla á útivølli. Tá verður tað í Birmingham ímóti West Bromwich Albion, ið er næstniðast og harvið av álvara hótt av niðurflyting.
1 | Man. City | 20 | 19 | 1 | 0 | 61:12 | 58 |
2 | Man. Utd | 20 | 13 | 4 | 3 | 43:16 | 43 |
3 | Chelsea | 20 | 13 | 3 | 4 | 34:14 | 42 |
4 | Liverpool | 20 | 10 | 8 | 2 | 46:23 | 38 |
5 | Tottenham | 20 | 11 | 4 | 5 | 39:20 | 37 |
6 | Arsenal | 20 | 11 | 4 | 5 | 37:25 | 37 |
7 | Burnley | 20 | 9 | 6 | 5 | 18:17 | 33 |
8 | Leicester | 20 | 7 | 6 | 7 | 30:30 | 27 |
9 | Everton | 20 | 7 | 6 | 7 | 24:30 | 27 |
10 | Watford | 20 | 7 | 4 | 9 | 29:35 | 25 |
11 | Huddersfield | 20 | 6 | 5 | 9 | 18:32 | 23 |
12 | Brighton | 20 | 5 | 6 | 9 | 15:25 | 21 |
13 | Stoke | 20 | 5 | 5 | 10 | 23:41 | 20 |
14 | Southampton | 20 | 4 | 7 | 9 | 20:30 | 19 |
15 | Newcastle | 20 | 5 | 3 | 12 | 19:30 | 18 |
16 | Crystal Palace | 20 | 4 | 6 | 10 | 18:32 | 18 |
17 | West Ham | 20 | 4 | 6 | 10 | 22:38 | 18 |
18 | Bournemouth | 20 | 4 | 5 | 11 | 18:31 | 17 |
19 | WBA | 20 | 2 | 9 | 9 | 14:27 | 15 |
20 | Swansea | 20 | 3 | 4 | 13 | 11:31 | 13 |