Arsenal ?kids? vunnu á Tottenham

3. umfar av Carling Cup er hetta vikuskiftið og á White Hart Lane í London, tók Tottenham ímóti grannunum úr Arsenal. Bæði liðini lótu fleiri ungar leikarar fáa møguleikan frá byrjan. Tað kom Arsenal nógv best frá í fyrra hálvleiki. Arsenal hevði fult tamarhald á dystinum og hevði bóltin fyri tað mesta. Longu eftir eitt korter legði Henri Lansbury Arsenal á odda.

 

Í seinna hálvleiki skifti Tottenham Robbie Keane og Aron Lennon inn og tað hjáplti. Robbie Keane hevði bara verið á vøllinum í fýra minuttir, tá hann javnaði fyri Tottenham. Tað var eisini úrslitið eftir 90.min og so var fari til eykatíð.

 

Longu aftaná seks minuttir av eykatíðini, hevði dómarin tvær ferðir brísklað fyri brotssparkið til Arsenal. Í báðum førum umsetti Samir Nasri til mál. Løtu seinni økti Andrei Arshavin til endaliga úrslitið 4-1.

 

Arsenal hevur seinni árini nýtt Carling Cup til at lata teir ungu sleppa framat. Tað hevur mangan gingið teimum væl og harfrá kemur heitið, ?Arsenal kids?.

 

Carling Cup:

 

Tottenham ? Arsenal 1-4(eykatíð)

Birmingham ? MKD 3-1

Brentford ? Everton 1-1 (5-4, br)

Burnley ? Bolton 1-0

Millwall ? Ipswich 1-2

Peterbrough ? Swansea 1-3

Portsmouth ? Leichester 1-2

Stoke ? Fulham 2-0

Sunderland ? West Ham 1-2

Wolverhampton ? Notts County 4-2