- Tað hevði kanska borið á mál, um vit spældu 10 minuttir afturat.
Miðvallarin Mikel Arteta og liðfelagarnir úr Arsenal vóru sera nær við at loysa at kalla vónleysu uppgávuna á Allianz Arena í kvøld. Óvæntaði sigurin á Bayern Munchen var ikki nóg mikið til at vinna seg víðari í Champions League.
Týska Bayern Munchen, sum vann seg í finaluna í fjør, var stórfavorittur at fara víðari, tí týskararnir vunnu greitt og uppiborið 3-1 á Arsenal í London fyri trimum vikum síðani.
Arsenal vann 2-0 í kvøld, men Bayern fer víðari við regluni um útivallarmál. Tað iðrar Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, seg um.
- Vit vóru sera, sera nær við. Vit vóru óhepnir í kvøld. Gervinho hevði ein upplagdan møguleika, og vit burdu gagnnýtt onkrar av hinum málkjansunum eisini, sigur hann við BBC í kvøld.
Giroud legði gestirnar á odda eftir tveimum minuttum. Koscielny økti um munin, tá tveir minuttir restaðu í.
Spanska Malaga vann sær eisini pláss í fjórðingsfinaluni í Champions League í kvøld. Malaga vann 2-0 á Porto.
Isco legði sponsku vertirnar á odda stutt fyri hálvleik. Steven Defour, Porto, var útvístur eftir lítlari løtu í seinna umfarinum, og tá tóktist Malaga hava tamarhald á dystinum. Innskifti Roque Santa Cruz økti til 2-0, tá eitt korter restaði í. Porto vann fyrra dystin 1-0, og Malaga vinnur tískil samanlagt 2-1.