millum Arsenal og Chelsea var sera spennandi, og kenslurnar vóru sterkar á báðum liðum. Eitt nú fóru venjararnir av vøllinum uttan at taka í hondina á hvør øðrum
Chelsea vóru skapandi liðið, og vístu klassamunin á liðunum báðum. Tað vóru Arjen Robben og Joe Cole, ið skutu málini. Men eisini Thierry Henry var tætt við, tá hann rakti stongina og út í fyrra hálvleiki. Eisini Joe Cole var tætt við at gera tað til 0-3, men Jens Lehmann í Arsenal málinum fekk fingrarnar á bóltin.
Dysturin var hart spældur, og snuddir og gul kort vóru nógv.
Arsenal byrjaðu ikki at trýsta Chelsea fyrr enn umleið fimm minuttir vóru eftir av dystinum, men hetta var ikki nóg mikið. Hetta er fyrsti sigur hjá Chelsea í Premier League á Highbury síðan í 1990.