Arsenal vil hava brasilskan styrk

Premier League: Champions League glapp av hondum, men Arsenal gevst ikki so

Tað kom illa við hjá Arsenal og venjaranum, Mikel Arteta, at Champions League fótbóltur glapp teimum av hondum móti kappingarenda. Tað er tó líkt til, at Arsenal hevur pengar at brúka.

 

Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at Arsenal er í holt við at keypa bæði Gabriel Jesus frá Manchester City, og Raphinha frá Leeds United. Í báðum førum er talan um lutfalsliga dýrar spælarar.

 

Gabriel Jesus er á veg vekk úr Manchester City, eftir at felagið hevur keypt norsku heimsstjørnuna, Erling Håland. Brasilski áleyparin hevur havt torført við at vinna sær fast pláss á enska meistaraliðnum, og tí eru útlitini fyri spælitíð til komandi kappingarár lítil.

 

Søgan sigur, at Manchester City vilja hava yvir 400 milliónir krónur fyri áleyparan. Hetta er áleið sama upphædd, sum Manchester City seldi Ferran Torres til FC Barcelona fyri. Hann stóð eisini aftanfyri í rekkjuni, tá liðið hjá Pep Guardiola bleiv sett.

 

Tað eru somu upphæddir, sum verða nevndar, tá tað kemur til brasilska vongin hjá Leeds United, Raphinha. Hann hevur leingi verið settur í samband við FC Barcelona, men tað var nokk bara sannlíkt, um Leeds flutti niður. So bleiv ikki og Leeds United kann krevja tað teir vilja hava fyri vongin. Her er Arsenal tó í kapping við Tottenham, sum er farið at røra upp á seg, eftir at felagið stjól Champions League plássið frá grannunum úr Arsenal.