Ársins útvarpshitt: Tey seru sleppa ikki upp í part

– At serlig serfrøðingaráð á hvørjum ári gera av, hvør tónleikur er hitt ella shit, er kanska meiri til skaða enn gagns fyri øll tey, sum lurta, skriva, spæla og syngja á føroyskum allar dagar í árinum

Tað heldur Steintór Rasmussen, tónleikari, skald og tónaskald, sum hevur hesa viðmerking í sambandi við Ársins útvarpshitt:

»Kanska eri eg ein serlingur á tónleikaøkinum. Men í skrivandi løtu eri eg servanda røddin hjá einum serstakum bólki í samfelagnum.

Vit hava upplivað tað fyrr. So hetta er neyvan nakað mistak, men eitt tilvitað val av sokallaðu tónleikaserfrøðini. Men erlig talt. Hví er Sera Verð ikki á tí metlanga listanum av sangum, nú føroyingar skulu velja Ársins útvarpshitt fyri 2024. 

Kanska er Sera Verð ikki í nøkrum serklassa. Ella er teksturin sera vánaligur. Lagið serstakliga illa sungið. Ella videolagið ikki sermerkt nokk. 

##med2##

Okkurt siga tey serkønu. Kanska hava tey eina heilt serliga orsøk. Men veruleikin er kortini tann, at Sera Verð hevur omanfyri 21.000 sýningar á You Tube, og sangurin og videolagið hevur frá fyrsta degi tónað og verið til felags gleði og samansjóðing í fleiri heimum og býlingahúsum kring landið. 

At serlig serfrøðingaráð á hvørjum ári gera av, hvør tónleikur er hitt ella shit, er kanska meiri til skaða enn gagns fyri øll tey, sum lurta, skriva, spæla og syngja á føroyskum allar dagar í árinum.«