Nógv virksemi er í byggivinnuni, og um dagarnar setti byggifyritøkan ArtiCon átta nýggir lærlingar at byrja í handverkaralæru. Felagið hevði søkt eftir lærlingum, og nógvir vóru um boðið.
– Fyrstu vikuna fylgja lærlingarnir eini serligari innleiðsluskrá, har teir verða settir væl inn í øll vikurskifti, hvussu tað er at vera lærlingur í ArtiCon, sum leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving, og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Lærlingarnir fara at læra innan fakini timbur, múrarafakið, betong, jørð og kloakk.
Tá lærlingarnir standa við síni útbúgving, kunnu teir kalla seg húsasmiðir, byggismiðir ella múrarar.
Lærutíðin er fýra ár, harav 55 vikur eru á tekniska skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.
– Útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað, siga tey hjá ArtiCon.