Arvafíggindin feldi meistaran

Talan var um fínt undirhald, tá ið HB á Tórsvølli vann, og Kí tapti fyri fyrstu ferð í ársins landskapping

HB vann í kvøld 2-1 á heimavølli ímóti meistaraliðnum úr Klaksvík. Her hevur Dan í Soylu júst økt um HB leiðsluna til 2-0

Dysturin átti at verið spældur á ólavsøku. Tá var hann útsettur til í kvøld. Vindurin darvaði eitt sindur, men líkindini vóru merkiliga góð á Tórsvølli, tá ið havt verður í huga, hvussu veðrið kring landið annars er. At høgættin er góð í høvuðsstaðnum sást væl í kvøld.

 

Fótbóltsundirhaldið var, sum tað altíð verður vónað, at tað er á ólavsøku, tá ið javnaldrararnir og arvafíggindarnir HB og KÍ í kvøld dystaðust í høvuðsstaðnum. Tað endaði við, at HB vann 2-1, og harvið er tað greitt, at meistaraliðið í Klaksvík ikki megnaði at spæla alla kappingina á tamb uttan at tapa. Hetta var fyrsta KÍ tapið í landskappingini í ár. 

 

HB hevði yvirvág fyrstu løtuna, tá ið KÍ verjan var merkiliga lítið sannførandi. Vindurin spældi eitt puss, og HB álopsspælið varð skipað eitt sindur øðrvísi, enn tað hevur verið við Jákupi L. Thomsen í høgru og Mikkel Dahl eitt sindur til vinstru og Stefan Radosavljevic ímillum teir báðar.

 

HB legði seg fyrsta hálva tíman framum við tveimum málum. Mikkel Dahl setti hol á, tá ið kontra á egnari hálvu og óheppin uppdekking bar við sær, at Mikkel Dahl eftir sending frá Jákupi L. Thomsen varð leysur, og so var lætt hjá toppskjúttanum at seta bóltin í málið.

 

Og í 31. minutti økti Dan í Soylu um munin, tá ið hann rak fram við brotsteiginum í høgru, og tá ið eingin taklaði, legði hann snilt bóltin framvið mótstøðumanninum og í handara síðunetið.

 

Tað vóru møguleikar fyri uppaftur størri heimaleiðslu, men KÍ hevði sínar møguleikar, og tíggju minuttir undan hálvleiki minkaði Jóannes Bjartalíð um munin. Jesper Brinck kastaði inn úr vinstru, Heini Vatnsdal snittaði bóltin víðari, og í kvøld væl upplagdi Jóannes Bjartalíð krúllaði seg leysan, áðrenn hann eitt vet innanfyri brotsteigarmarkið og eitt vet til vinstru sendi bóltin inn við nærra stólpa.

 

Eftir steðgin myndaðist tað soleiðis, at KÍ var meiri á bóltinum. HB var meiri í verjustøðu, men HB hevði onkrar heilt góðar møguleikar at økja um leiðsluna. KÍ pressaði og pressaði, fleiri ferðir var talan um góðar støður eftir horna og fríspørk, og Teitur Matras Gestsson vísti tríggjar ferðir, hví hann er landsliðsmálverji.

 

HB spælararnir stórfegnaðust, tá ið Dagfinn Olsen bríkslaði fyri síðstu ferð. Nú eru tað fýra stig fram til Víking og silvurkrónurnar, og munnu teir ikki vóna, at KÍ annan leygardag fer at vinna í Gøtu, og HB harvið hevur møguleika at fáa fatur á silvurkrónunum?

 

 

 

HB – KÍ 2-1 (2-1)

 

1-0: Mikkel Dahl 16.

 

2-0: Dan í Soylu 31.

 

2-1: Jóannes Bjartalíð 35.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum (Heri H. Mohr, 66.), Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, René S. Joensen, Dan í Soylu – Jákup L. Thomsen (Hilmar Leon Jakobsen, 89.), Stefan Radosavljevic (Adrian Justinussen, 74.) Mikkel Dahl

 

Gult kort: Teitur Matras Gestsson, Jákup L. Thomsen, Daniel Johansen

 

Venjari: Kevin Schindler

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck (Jonn Johannesen, 64.) – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 74.), Páll A. Klettskarð

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Odmar Færø, Heini Vatnsdal

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

252221961068
Víkingur251852582459
HB251744802255
B36251195493142
NSÍ251258473641
07 Vestur257414316825
EB/Streymur246414265022
B68255416266519
ÍF254417246316
TB24032115833

 

 

 

Í morgin hósdagin 21. oktober

 

TB – EB/Streymur

 

Sunnudagin 24. oktober

 

KÍ – EB/Streymur

 

ÍF – NSÍ

 

B68 – TB

 

07 Vestur – HB

 

B36 – Víkingur  

 

HB vann í kvøld 2-1 á heimavølli ímóti meistaraliðnum úr Klaksvík. Her hevur Dan í Soylu júst økt um HB leiðsluna til 2-0